Hví hava vit ikki meiri vindorku í Føroyum?
Ella: Hví gongur tað so seint við at útbyggja vindorkuna?
Spurningarnir omanfyri eru javnan at hoyra alment og privat millum leik og lærd í Føroyum. Tey flestu hava lyndi til at blaka ábyrgdina av hesum á SEV við teirri grundgeving, at felagið er ov konservativt og ov lítið nýhugsandi, tá tað kemur til at útbyggja varandi orku – serliga vindorku.
Hetta er als ikki so. Tvørturímóti.
Elfelagið kann skjalprógva, at tað – umframt vindorkuútbyggingar sínar í 1992 og 2005 - hevur verið til reiðar at fremja nýggjar útbyggingar á hesum øki í fleiri ár. M.a. kemur hetta bæði týðuliga og greitt til sjóndar í 10-ára útbyggingarætlan felagsins frá 2008.
Fleiri ætlanir á borðinum
Men longu í 2007 vendi SEV sær m.a. til týsku vindmyllufyritøkuna Enercon við fyrispurningi um prís og levering av vindmyllum. Sama árið varð umsókn send Búnaðarstovuni um loyvi at gera veg út á Eystnes til tríggjar vindmyllur aftrat í Neshaga, har SEV frammanundan hevur fýra vindmyllur.
Harumframt arbeiðir SEV í løtuni við eini fullfíggjaðari vindorkuverkætlan, ið fevnir um 13 vindmyllur í Hoyvíkshaganum saman við eini battarískipan, ið kann lata 47 GWh av vindorku inn á elnetið um árið.
Verkætlanin kann minka um oljunýtsluna hjá SEV við umleið 10.000 tonsum um árið. Hetta svarar til eina sparing upp á útivið 40 mió. kr. um árið við núverandi oljuprísum.
Sostatt kann SEV als ikki lastast fyri vantandi nýhugsan og vilja í sambandi við útbygging innan vindorku.
SEV hevur sum er fýra vindmyllur í Neshaga og tríggjar myllur aftrat eru á veg.
Vindorka skal bjóðast út
Sambært elveitingarlógini, ið kom í gildi í juni 2007, skal Elveitingareftirlitið, ið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, og sum varð settur á stovn í 2008, taka støðu til framtíðar útbygging av vindorkuni í Føroyum.
Á heysti 2010 bjóðaði EVE út arbeiðið at seta upp og reka tríggjar vindmyllur upp á tilsamans sløk 3 MW í Neshaga ella á øðrum hóskandi staði. Frammanundan vóru seks feløg undangóðkend at luttaka í útbjóðingini, teirra millum SEV.
Umsóknarfreistin var sett til 11. februar 2011, og inn komu sjey tilboð frá trimum feløgum: Effo/Navia (1), Røkt (4) og SEV (2). Av hesum vísti tað seg, at SEV hevði bæði lægsta og næstlægsta tilboðið, har annað snúði seg um 3 vindmyllur í Neshaga og hitt um 3 myllur í Hoyvíkshaga.
Góðar tríggjar mánaðir seinni (18. mai) gjørdi Elveitingareftirlitið av at taka av tilboðnum hjá SEV í Neshaga.
Avgerðin kærd
Tíverri vóru tó ikki allar súðir syftar enn, tí 15. juni kærdi ein av tilboðsgevarunum avgerðina hjá EVE til Vinnukærunevndina.
Fyri okkum at síggja minnir hetta ikki sørt um ein ónøgdan tapara av einum dysti, sum nú gevur dómaranum skyldina fyri sín vantandi dugnaskap.
Sum skilst kann neyvan roknast við, at nakar úrskurður fyriliggur í kærumálinum fyrrenn í fyrsta lagi um ársskiftið.
Fáa ikki skrivað undir
Hetta hevur við sær, at eitt hálvt ár ella so gongur aftrat, áðrenn SEV fær gjørt endaligan sáttmála við Enercon um keyp av teimum trimum myllunum.
Upprunaliga var ætlanin, at myllurnar skuldu verða settar upp og fara í holt við at gera streym næsta summar, men nú kemur alt hetta í drag.
Ei undur í, at fólk standa spyrjandi viðvíkjandi vantandi vindorku í Føroyum.
Vónandi kann henda stutta lýsingin av gongdini í hesum máli geva almenninginum eina greiðari fatan av, hví tað í grundini gongur so seint við at fremja útbyggingar á hesum øki.
Vinarliga
Hákun Djurhuus,
stjóri í SEV