Ein lítil kanadisk fyritøka undir navninum Scandinavian Gold Prospecting hevur elvt til øsing í Finnlandi, eftir at felagið hevur søkt finsku myndugleikarnar um loyvi at leita eftir urani í einum øki í Kittilä-umráðnum.
Sambært blaðnum Helsingin Sanomat, skal felagið tó ikki rokna við, at umsóknin verður gingin á møti, tí finsku myndugleikarnir halda økið, ið søkt er um, vera alt ov stórt.
Mótstøðan ímóti slíkum námum er eisini stór, sigur borgarstjórin í Kittilä, Anna Mäkelä, við Helsingin Sanomat.
Atkvøða eftir sannføring síni
Politiska orðaskiftið um kjarnorku og útvinning av urani er merkt av sera ymiskum meiningum, og tí lata flestu flokkarnir umboð síni í ríkisdegnum atkvøða eftir sannføring síni í málum, ið snúgva seg um kjarnorkuspurningar.
Einastu undantøkini eru "Grøni Flokkurin" og høgrasinnaði populistiski flokkurin "Flokkurin hjá teimum røttu finnlendingunum". Teir eru báðir harðliga ímóti urannámídnaði.
Finnland fær umleið 30 prosent av landsins ravmagni frá fýra kjarnorkuverkum. Eitt fimta verk - Olkiluoto-kjarnorkuverkið - verður bygt av franska orkurisanum Areva. Henda verkætlanin er meira enn trý ár afturút, og er longu farin minst 50 prosent uppum fíggjarætlanina.
Franska felagið Cogema, sum Areva eigur, er einasta felagið, ið hevur fingið loyvi at leita eftir urani í Finnlandi.