SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Húsahagi verður stongdur

Húsahagi verður stongdur

Húsahagi verður stongdur
Óviðkomandi bilferðsla verður ikki longur loyvd í Húsahaga

Eftir 1. oktober verður ikki longur møguligt hjá ørindaleysum at koyra við bili niðan í Húsahaga, har eitt nú vindmyllulundin hjá SEV er staðsett. Bummur verður settur fyri við byrjanina av vegnum, sum førir niðan í hagan, soleiðis at bert tey, ið hava arbeiðsørindi í haganum, sleppa niðan.

Avmarking av atgongdini til hagan var partur av uppruna avtaluni um hagan við Búnaðarstovuna, og hetta stig verður so tikið nú, fyri at avmarka ørindaleysari ferðslu í økinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking