Fitt av peningi kann sparast við at sløkkja hitaanleggið um summarið. Men bert helmingurin av donsku íbúðaeigarunum ger tað.
Tað vísir ein kanning, Go' Energi hevur gjørt. Hetta er ein ráðgevandi stovnur í orkuspurningum.
Sambært Go' Energi ber til hjá dønum at spara upp til 900 krónur við at sløkkja anleggið frá mai til september.
- Go' Energi mælir íbúðaeigarum til at sløkkja sirkulatiónspumpuna, sum sendir heita vatnið út í radiatorarnar, sigur Jesper Ditlefsen, verkætlanarleiðari hjá Go’ Energi, við Ritzau-tíðindastovuna og leggur aftrat:
- Tað er at nýta sítt sunna vit at lata vera við at brúka óneyðugan streym og missa hita, tá hitin uttanfyri ger, at neyðugt ikki er at hita upp.
Støðugur streymur av vatni
Íbúðaeigarin ger eisini sínum anleggi eina tænastu. Pumpan hevur nevniliga ikki gott av at vera tendrað, tá radiatorventilarnir eru læstir.
Mong halda av órøttum, at anleggið slóknar automatiskt, tá hitin uttanfyri er nóg høgur. Men sjálvt um termostaturarnir á radiatorunum ikki eru frá, rennur framvegis heitt vatn í rørunum.
- Bert tey nýggjastu framkomnu anleggini hava eina stýring, sum læsir heilt av, sigur Jesper Ditlefsen.
Umleið fimtihvør av teimum spurdu veit ikki, hvar tey skulu sløkkja sirkulatiónspumpuna.
Kunnu bara sløkkja
Sjeyndihvør íbúðaeigari kann ikki bara sløkkja pumpuna, tí tey so eisini sløkkja fyri heita vatninum. Men ein loysn er, so tey kunnu seta anleggið í summarrakstur.
- Tey kunnu í roynd og veru sløkkja hitaanleggið, uttan at sløkkja fyri heita vatninum, og harvið spara pengar. Á flestu hitaanleggum er vanliga ein ventilur júst til hatta endamálið, sigur Jesper Ditlefsen.
Eldri, illa bjálvað hús hava brúk fyri hita, inntil hitin uttanfyri er uppi á 14-16 stigum. Í nýggjum, betri bjálvaðum húsum kann sløkkjast, tá hitin uttanfyri er omanfyri 10-12 stig.