Hús fáa streym úr elbili

Nissan Leaf kann brúkast sum eyka streymveitari, tá hús liggja í streymloysi.

Japanski Nissan Leaf kemur væntandi á norðurlendska bilamarknaðin í heyst.

Hesin bilurin hevur longu vakt ans sum ein av fyrstu elbilunum í Golf-bólkinum.

Hann varð eisini kosin ársins bilur í 2011.

Veitir streym til hús

Nú hevur Nissan í Japan gjørt eina nýggja skipan undir heitinum ”Leaf to Home”, sum fær bilin at virka sum eyka streymveitara, tá hús liggja í streymloysi. Tøknin verður tøk í Japan í mars næsta ár.

Fer streymurin í húsinum, er bara at seta bilin til húsini, og so taka battaríini sær av restini, skrivar netsíðan PopSci.com.

Sambært Nissan verður bilurin førur fyri at veita einum miðal japonskum húsi streym í upp til tveir dagar, sjálvt um orkukrevjandi tól sum veðurlagsútbúnaður og køliskáp, ið brúka nógvan streym, eru í húsinum.

Nissan Leaf skal eisini kunna koyra 175 km á einari løðing, og battaríini vara millum fimm og tíggju ár.

Norðmenn ivasamir

- Norðmenn eru millum tey fólk í heiminum, ið brúka mest streym, og hetta sampakkar illa við battarímáttin í einum japonskum bili, skrivar NRK á heimasíðu síni.

Sambært PopSci hevur Nissan Leaf ein battarímátt upp á 24 kilowatttímar (kWh). Tað vil siga 12 kWh um samdøgrið, um bilurin sum ætlað skal veita streym til eini japonsk hús í tvey samdøgur.

Hetta er tó alt ov lítið eftir norskum viðurskiftum, har eini miðal hús brúka fýra ferðir so nógvan streym um samdøgrið, skrivar NRK.

Frálíkt hugskot, men...

Hetta fær eisini Tarjei Solvang granskara á Sintef Energi at ivast í, um henda loysnin yvirhøvur kann brúkast í Norra.

- Tekniskt letur hetta seg sjálvandi gera, og sum so er hetta eisini eitt frálíkt hugskot. Spurningurin er tó, hvussu neyðugt hetta er her heima, sigur hann við NRK.

Hann vísir á, at streymveitingin í Norra sum heild er álítandi. Í miðal vara streymslitini í Norra í umleið ein tíma, og elbilurin kundi saktans veitt streym hesa løtuna.

Ein spurningur um trygd

Ein tílík skipan krevur tó nakrar trygdarmetingar, sum vit kanska ikki geva gætur í fyrstu atløgu.

- Skuldu vit brúkt hesa skipanina í Norra, hevði verið neyðugt at gjørt hetta í samráð við lokala orkufelagið. Tá streymslit henda, sendir felagið fólk út at umvæla skaðan. Stendur elbilurin og veitir streym til eini hús, ið eru knýtt í elnetið, verður spenningur eisini á netinum. Hetta kann jú vera vandamikið fyri tey, ið skulu gera umvælingarnar, sigur Tarjei Solvang.

- Sum orkumarknaðurin í Norra í løtuni sær út, er neyvan nakar fyrimunur við at brúka elbilin til eykastreym, men ongin veit, um hetta ikki kann gerast ein loysn í framtíðini, sigur hann at enda.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking