Hugtiknir av grønu útbyggingunum hjá SEV

Ráðsformenninir í Hetlandi, Orknoyggjum og Hebridunum vitjaðu fyrrapartin saman við løgmanni á SEV, har teir vórðu kunnaðir um framtíðar útbyggingar innan varandi orku.

SEV hevði fína vitjan fyrrapartin.

Í sambandi við toppfundin millum leiðararnar í Hetlandi, Orknoyggjunum, Hebridunum og Føroyum í Havn í hesum døgum, vitjaðu teir tríggir ráðsformenninir í grannaoyggjum okkara fyri sunnan saman við løgmanni á høvuðsskrivstovuni hjá SEV.

Endamálið varð at fáa eina kunning um, hvørjar grønar útbyggingar elfelagið hevur framt gjøgnum árini og hvørjar framtíðarætlanir eru í umbúnað innan varandi orku.

Hugtiknir av Hoyvíkshaga

Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, greiddi m.a. frá vatn- og vindorkuútbyggingunum higartil, og hvørjar ætlanir eru á hesum øki í framtíðini.

Gestirnir vóru serliga hugtiknir av vindorkuparkini, sum SEV mælir til at fara undir í Hoyvíkshaga.

Gestir og vertir til borðs.

Bárður Niclasen, granskari, greiddi eisini frá kanningunum, ið hann saman við Knud Simonsen, lektara og havfrøðingi á Náttúruvísindadeildini, hava gjørt tvey tey seinastu árini av møguleikunum fyri sjóvarfalsorku í Føroyum.

Júst sjóvarfalsorka er aktuell í oyggjunum sunnanfyri, har royndir í løtuni verða gjørdar við ymsum framkomnum útbúnaði á hesum øki.

Bæði Náttúruvísindadeildin og SEV fylgja við stórum áhuga við í hesum royndunum.

Av SEV fóru gestirnir niðan á Jarðfeingi at hoyra framløgur um jarðhita og sjóhita.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sat við borðendan.

Samstarv á skránni

Seinnapartin hava løgmaður og ráðsformenninir fund, har teir m.a. fara at umrøða og viðgera royndir og ætlanir grundaðar á varandi orkukeldur úr vindi og vatni, dømi um og møguleikar fyri vinnuligum samstarvi og royndir viðvíkjandi átøkum fyri at fáa fólk at støðast í oyggjasamfeløgunum.

Ráðsformenninir og fylgi fara avstað aftur í kvøld.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking