Tað er møguligt, at tónleikur ikki kann broyta heimin, men tónleikarar kunnu eftir øllum at døma renna politiskar avgerðir um koll.
Íslendska sangarinnan Björk hevur, sum fyrr greitt frá her á síðuni, leingi gingið á odda í einum almennum átaki um rættin til jarðarhitan í íslendsku undirgrundini.
Hon hevur í hesum sambandi funnist harðliga at íslendsku stjórnini fyri at hava selt orkufelagið HS Orka til kanadiska Magma Energy.
Ísland vil samráðast
Nú er líkt til, at íslendski umhvørvismálaráðharrin, Svandis Svavarsdóttir, ætlar at taka upp samráðingar um at keypa Orku aftur frá Magma.
- Næsta stigið er at fara undir samráðingar við Magma Energy fyri at fáa hetta í lag, sigur hon við almenna íslendska útvarpið RUV.
Ein tingnevnd góðkendi í fjør søluna av Orku til Magma, men hetta elvdi beinanvegin til almenna mótstøðu.
Krevja fólkaatkvøðu
Björk, ið er kend fyri sítt politiska virksemi, hevur sagt, at íslendingar skulu hava ræðisrættin yvir egnu undirgrund síni, og at skipað eigur at verða fyri eini fólkaatkvøðu um, hvørt náttúrutilfeingi kunnu einskiljast ella privatiserast.
Magma sigur í eini viðmerking, at staðfest er í trimum ymiskum kanningum, at keypið av Orku er løgfrøðiliga bindandi, og at alt koyrir sum vanligt á orkuverkinum.