Í veðurlagsins tænastu valdi Holland fyri nøkrum árum síðani at sleppa ætlanunum um at sløkkja fyri kjarnorkuni í 2013, og nú hevur landið ístaðin gjørt av at útbyggja kapasitetin.
Hollendska elfelagið Delta, sum eigur Borssele-kjarnorkuverkið í Hollandi, skrivaði í gjár undir eina avtalu við franska EDF, so tey bæði feløgini sameina orkuna til at byggja ein nýggjan kjarnorkureaktor.
EDF rekur í dag 82 reaktorar um allan heimin og verður ein týðandi partnari hjá Delta, sum síðani 2006 hevur virkað fyri at fáa bygt ein reaktor aftrat á Borssele-orkuverkinum.
Umstrítt evni
Eins og í flestu øðrum londum hevur kjarnorka verið umstrídd í Hollandi, og stjórnin hevði upprunaliga ætlað at sløkkja fyri kjarnorkuni í 2013.
Men veðurlagskjakið og økt fokus á at skerja landsins CO2-útlát hevur broytt hugburðin.
Tí avgjørdi hollendska stjórnin í 2006, at Borssele orkuverkið, sum varð koblað til netiði 1973, skal vera í rakstri fram til 2033.
Sambært World Nuclear Association fer Delta i 2013 undir arbeiðið at byggja ein 1.600-2.500 MW reaktor.
Reaktorurin skal harumframt kunna brúka MOX-brenni. Tað er tó eitt krav fyri eini møguligari góðkenning, at ein nýggjur reaktorur skal í minsta lagi vera av ættarliði III, altso av sama tøkniliga standardi, sum eitt nú finnlendingar og fraklendingar sjálvir byggja í løtuni.
Samstundis er tað eitt krav, at stjórnin tekur støðu til, hvussu Holland skal handfara mið- og háradioaktiva burturkastið, áðrenn ein møguligur nýggjur reaktorur verður settu í rakstur. Avgerð skal verða tikin um hetta í seinasta lagi í 2016.
Ikki einsamalt
Delta er ikki einsamalt um at hava áhuga í at økja um kjarnorkuna í Hollandi. Í 2009 upplýsti týska RWE, at tað var tilreiðar at byggja ein reaktor, og í september í ár legði RWE fram ætlanir um at byggja eitt orkuverk við einum ella tveimum Westinghouse AP1000 reaktorum í Borssele. Arbeidið kundi fara í gongd í 2015, og reaktorarnir setast í rakstur í 2019.
Eisini í Týsklandi hendir eitt sindur av hvørjum á kjarnorkuøkinum. Í september samtykti stjórnin at leingja lívstíðina hjá landsins 17 reaktorum við 12 árum í miðal.
Harvið vórðu ætlanirnar um at lata síðsta kjarnorkuverkið aftur í 2022 broyttar. Ístaðin skulu verkini nú vera í rakstri til út í 2030’ini, meðan varandi orkan verður útbygd.