Høgur oljuprísur árið út

Oljuprísurin er hóast veika alheims búskapin ikki fallin serliga nógv. Og tað fer hann heldur ikki at gera, meta serfrøðingar.

Hóast støðugt viknandi búskapirnar í Vesturheiminum, er prísurin á týðandi Brent Norðsjóvaroljuni nærum ikki fallin.

Brent oljuprísurin, sum í juli í meðal var upp á 117 dollarar fyri tunnuna, er síðani bert fallin til 110 dollarar fyri tunnuna, hóast støðugt vaksandi ávaringarsignal um fíggjarligt hóttafall.

Mong høvdu annars væntað, at útlitini fyri lægri búskaparligum virksemi og harvið lægri eftirspurningi eftir olju, fóru at hava við sær, at prísurin fór at falla upp aftur meira.

Hendur neyvan

Men tað hendur neyvan, skriva oljugreinararnir í mánaðarligu oljumarknaðar-frágreiðingini hjá Nordea, skrivar Jyllands Posten.

Sambært greiningini verður prísurin á Brent Norðsjóvaroljuni liggjandi á umleið 110 dollarum fyri tunnuna tað ið eftir er av árinum. Orsøkin til hesa forsøgnina er m.a., at Nordea heldur, at vesturlendsku búskapirnir sleppa undan einum nýggjum hóttafalli.

Bankin roknar við, at tjóðbankarnir eru til reiðar at starta pengaseðlapressurnar og senda fleiri pengar í umfar til tess at stimbra búskapin og sleppa undan eini nýggjari kreppu.

Vakstrarmarknaðirnir brúka meiri olju

Harumframt vænta oljuserfrøðingarnir hjá Nordea, at ikki-vesturlendskir búskapir sum India, Kina, Russland og lond í Miðeystri framvegis fara at hava høgan búskaparligan vøkstur, og at eftirspurningurin eftir orku í hesum londum tí fer at halda hondini undir núverandi oljuprísinum árið út.

Nordea væntar, at hóvligur hækkandi eftirspurningur fer at trýsta oljuprísin eitt vet uppeftir næsta ár. Oljufrágreiðingin roknar við einum meðalprísi upp á Brent Norðsjóvarolju í 2012 upp á 114 dollarar fyri tunnuna.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking