Ein av heimsins mest viðurkendu orkuráðstevnum, EEDAL, kemur til Danmarkar. Sætta altjóða ráðstevnan um Energy Efficiency in Domestic Appliances and Lighting verður hildin í Keypmannahavn í døgunum 24.-26. mai næsta ár.
EEDAL varpar ljós á dagsins og morgindagsins tøkni at effektivisera orkunýtsluna og er staðið, har fremsta serfrøðin úr øllum heiminum innan orkueffektivisering hittist.
Dansk Energi roknar við, at umleið 300 persónar úr øllum heiminum fara at taka lut á ráðstevnuni. Talan er bæði um framleiðarar, smáseljarar og brúkarar, frá stjórnum og politikarum til altjóða felagsskapir, granskarar og áhugabólkar.
Øll eru vælkomin
- Eg vóni, at orkuráðgevar, ráðgevandi verkfrøðingar, arkitektar, smásølur, granskarar, framleiðarar og øll onnur, ið hava áhuga fyri eini meira effektivari orkunýtslu, nýta høvi at hoyra tað síðsta nýggja og at fáa íblástur, sigur Richard Schalburg í Dansk Energi.
Møguleikar eru eisini fyri at luttaka á ráðstevnuni sum sponsorur ella framsýnari, og harvið fær fyritøkan ein einastandandi møguleika at vísa seg fram sum ein profesjonellur orkupartnari.
Fyrireikarar av EEDAL ’11 Copenhagen eru Dansk Energi og Joint Research Center undir ES-nevndini í samstarvi við Menningarstovnin hjá ST, Altjóða Orku Stovnurin (IEA), Collaborative Labeling and Appliance Standards Program (CLAPS) og danska Orkustýrið.