Høgar elrokningar fløva hjá Dong

Størsta danska orkufelagið, Dong Energy, sendir eina tøkk til høgu orkuprísirnar, ið hava verið í 2011.

Danir rindaðu sjey prosent meiri fyri sín streym fyrra hálvár 2011 enn somu tíð í fjør.

Tað fløvar í roknskapinum hjá Dong. Inntøkan hjá Dong var 9,1 miljardir krónur fyrra hálvár 2011 fyri skatt og rentur ímóti 8,4 miljardir krónum somu tíð í fjør.

- Vøksturin kemur í høvuðsheitum frá hægri orkuprísum og eini jaligari ávirkan frá teimum endurnýggjaðu gasssáttmálunum, skrivar Dong í roknskapinum.

Gassið úr ballónini

Úrslitið eftir skatt gjørdist tó 2,8 miljardir krónur ímóti 3,5 miljardir krónum í fjør. Fallið kemst serliga av hægri avskrivingum og niðurskrivingum av frálanda gassleidningum, sigur Dong.

Aðalstjórin Anders Eldrup er væl nøgdur við úrslitið, og hann roknar við, at úrslitið hjá Dong fyri skatt, tá árið er av, verður á sama stigi sum metárið 2010.

Høgu elprísirnir stava serliga frá øktum eftirspurningi og hækkandi prísum á koli og CO2-kvotum. Men kroysta veitingarstøðan í Týsklandi, eftir at fleiri kjarnorkuverk har eru latin aftur, hevur eisini havt sína ávirkan, skrivar Dong.

Dong Energy er ein av størstu orkufyritøkunum í Norðurevropa við høvuðssæti í Danmark. Fyritøkan hevur umleið 6.000 fólk í starvi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking