Alt fleiri og fleiri húsaeigarar fáa sær hitapumpu í eini roynd at spara orku.
Í Danmark hanga 75.000 hitapumpur, ið fáa hita úr luftini uttanfyri húsini.
Men nú vísir donsk gransking ógvuliga óvæntað, at hitapumpur minni enn so altíð minka um orkunýtsluna.
Nógvir hitapumpueigarar verða so glaðir fyri bíligu orkuna frá effektivu pumpunum, at teir brúka upp aftur meiri hita í grovkøkinum, útistovuni ella summarhúsinum.
Á henda hátt enda fleiri við at brúka upp aftur meiri hita enn frammanundan og spara tískil nógv minni, enn tey høvdu roknað við – ella als onki - í orkunýtslu og elrokning.
Snýta seg sjálvan
- Tá fólk hava fingið eina hitapumpu, fara flestu teirra at taka sær meiri av løttum og hugsa, "nú kunnu vit brúka eitt sindur meiri, tí vit fáa bíligari orku". Tí geva hitapumpur í miðal onga sparing í summarhúsum - og í heilárshúsum bert umleið 60 pst. av tí, tær í roynd og veru kunnu spara, staðfestir Kirsten Gram-Hanssen, projektleiðari og granskari á Statens Byggeforskningsinstitut við Aalborg Universitet.
Kirsten Gram-Hanssen hevur saman við starvsfelagnum Toke Haunstrup Christensen kannað elnýtsluna í meiri enn 150 íbúðum við hitapumpum og við samrøðum og spurnabløðum roynt at fingið greiði á, hvat meir-orkan er brúkt til.
Best umtókt er at tendra fyri hitanum í fleiri rúmum í heilárshúsinum og at halda summarhúsið heitt alt árið ístaðin fyri at skrúva fyri um veturin.
Mugu ikki at broyta lívsstíl
Kanningin setur eina tjúkka striku undir, at tøkni í sær sjálvum ikki elvir til broytingar í okkara orkunýtslu. Vilja vit røkka einum máli og spara orku, eru vit noydd at hyggja at, hvussu vit bera okkum at dagliga, vísir Kirsten Gram-Hanssen á.
- Vit hoyra títt og ofta, at torført er at fáa fólk at brúka minni orku, tí torført er at fáa tey at broyta vanar. Eg haldi, trupulleikin er tann beint øvugti: Um fólk lótu vera við at broyta lívsstíl, tá tey fingu nýggja tøkni, høvdu øll sparitiltøkini seinastu 10-20 árini avmarkað orkunýtsluna munandi, sigur hon.
Les alla greinina á VIDENSKAB.DK