Altjóða fyritøkan Hitachi Energy, sum hevur veitt okkum battarískipanina í Suðuroy, setir í hesum døgum sjóneykuna á Føroyar og verkætlanina í Suðuroy við grein og filmi.
Góðu ávegisúrslitini av verkætlanini við vindmyllum, synkronkompensatori og battarískipan hava vakt ans uttanlands, tí hóast Føroyar og serliga Suðuroyggin eru lítil í altjóða høpi, so er skipanin tað, mann kallar 'full scale'. Tað merkir, at úrslitini frá hesi 'small scale but full scale' verkætlanini eisini eru áhugaverd fyri størri elskipanir.
Hitachi Energy nevnir í filmi sínum Føroyar "A small, but mighty nation leading the world in change".