Kriminell kortslutta ljósið í Keypmannahavn, so tey í frið og náðum kunnu fremja herverk, selja hasj og hvat tey annars vilja fjala í myrkrinum.
Gøtuljós og leidningar verða rætt og slætt oyðilagdir, so gøtur verða myrkalagdar, skrivar ókeypis-avísin Urban.
Skipað herverk
Eltel Networks, ið hevur ábyrgdina av rakstrinum og viðlíkahaldinum av teimum 44.500 gøtuljósunum í kommununi, noyðist út fleiri ferðir um vikuna - serliga í Valby og á Nørrebrúgv.
- Vanliga orsøkin er skipað herverk, framd av kriminellum, sum ikki vilja verða avdúkað. Tey myrkaleggja upp til 12 gøtur, so tey kunnu fáa frið til sítt virksemi, sigur Gert Poulsen deildarleiðari.
Bál verða eisini kynd við elmastrarnar til tess at kortslutta ljósið.
- Tá bálið ger steyran nóg heitan, smelta leidningarnir innií. Og so kortsluttar ljósið og eitt lutfalsliga stórt umráði verður myrkalagt, sigur Gert Poulsen við P4 København sambært dr.k.
Súkkluketur um leidningarnar
Ein annar brúktur háttur er at blaka súkkluketur tvørturum luftleidningarnar. Hetta kortsluttar eisini skipanina, greiðir deildarleiðarin frá.
- So skulu vit út fyrst at finna súkkluketurnar, og um fleiri eru blakaðar upp, so tekur tað longri tíð, áðrenn vit kunnu seta streym til aftur í økjunum, ið eru myrkaløgd.
- Hetta er ein stórur trupulleiki. Vit uppliva hetta fleiri ferðir um vikuna, og onkuntíð noyðast vit fleiri ferðir somu nátt at fara út í sama økið at umvæla skaðar, sigur Gert Petersen.
- Onkuntíð slóknar ljósið aftur, so skjótt sum vit eru farnir. So fara vit út aftur, og eydnast tað ikki, noyðast vit at bíða, til tað er vorðið eitt sindur friðarligari, leggur hann aftrat.
Løgreglan upplýsir fyri P4 København, at tað ofta eru ungir menn, ið fremja kortslutningarnar.