Heri Mortensen verður deildarstjóri hjá SEV

Heri Mortensen verður deildarstjóri hjá SEV
Nevndin í SEV hevur avgjørt at seta Hera Mortensen í starvið sum deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV. Heri Mortensen tekur við starvinum í næstum, tá ið sitandi deildarstjóri fer frá vegna aldur

Heri Mortensen verður settur í starvið sum deildarstjóri fyri framleiðslupartinum hjá SEV. Nýggi deildarstjórin fyri framleiðsluni tekur við í næstum eftir Anders Nedergaard-Hansen, sum fer frá vegna aldur seinni í vár.

Heri Mortensen tók við einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá elfelagnum í juli í fjør. Hann hevur eisini áður starvast hjá SEV árini 2005-2011 sum verkfrøðingur.

Heri Mortensen hevur drúgvar royndir og hollar førleikar innan allar partar av elframleiðsluni. Hann var útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur á Århus Ingeniørhøjskole í 1994.

Eftir lokna útbúgving starvaðist Heri Mortensen sum verkfrøðingur í Danmark, og eftir tað – 1999 til 2005 – hevði hann egna elinnleggjarafyritøku í Føroyum, sum einamest arbeiddi fyri ídnaðarvirkir og aðrar stórar fyritøkur.

Árini 2011 til 2016 arbeiddi Heri Mortensen í norsku oljuvinnuni, umframt at hann eitt stutt skifti var tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking