Her eru tríggjar tær bestu fartelefonirnar

Av 28 testaðum fartelefonum fáa tríggjar hægsta karakter. Hygg her, um tú hevur keypt ta røttu.

Tað truplasta er helst at gera av, hvat ein hevur brúk fyri. Skal fartelefonin vera síðsta nýggja smartphone við øllum hugsandi funktiónum, ella skal hon bert brúkast til tað, hon upprunaliga varð ætlað til - nevniliga at tosa í?

At velja eina nýggja fartelefon kann virka óyvirsýniligt hjá mongum. Men hjá tí ráðleysa kann hjálp fáast í blaðnum hjá danska Brúkararáðnum, "Tænk", ið hevur testað 28 fartelefonir og givið teimum karakter á einum stiga við fimm trinum: sera góð, ógvuliga góð, góð, miðal, undir miðal og vánalig.

Telefonirnar eru fyrst og fremst dømdar eftir, hvussu góðar tær eru sum telefonir. Men "Tænk" hevur eisini testað tær meira vælumtóktu funktiónirnar á telefonunum, ið finnast í eini smartphone. Testin vísir, at góðska og prísur ikki neyðturviliga fylgjast.

Best í test

"Tænk" gevur trimum fartelefonum dømingina "Bedst i test".

Hesar eru Samsung Galaxy S, Apples iPhone 4 og HTC Desire HD. Sambært "Tænk" kosta hesar telefonirnar ávikavist 3.199, 4.699 og 3.825 kr. í Danmark.

Samsung-telefonin fær rós fyri at hava ein stóran skíggja, ein skjótan prosessor og eina vælvirkandi stýriskipan av slagnum Android. Eisini kamerafunktiónirnar og radiofunktiónin umframt evnini sum tónleikaavspælari verða drigin fram.

Hinvegin verður funnist at battarílivitíðini og vánaligum ljóði, tá tosað verður.

Dýr iPhone

Apples iPhone 4 verður søgd at vera ein framkomin og brúkaravinarlig telefon, ið vendir sær til brúkararnar, sum brúka mongu funktiónirnar. Telefonin verður róst fyri at vera løtt at brúka.

Á negativu síðuni telur prísurin, ið er høgur, og møguligir móttøkutrupulleikar.

HTC Desire HD verður søgd at vera ein av avgjørt bestu smartphonunum á marknaðinum í løtuni, men battarílivitíðin er stutt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking