Sum greitt frá í aðrari grein her á síðuni skal kinverska fyritøkan BYD fyribils royndarkoyra tveir elektriskar bussar í Keypmannahavn í samstarvi við danska bussfelagið Movia.
- Endamálið er at testa, um stórir elbussar kunnu avloysa nakrar av okkara dieselbussum og harvið avmarka dálkingina. Vit rokna við, at elbussarnir kunnu skerja CO2-útlátið við 55 prosentum, samstundis sum bitlaútlátini hvørva fullkomiliga, skrivar Movia í tíðindaskrivi.
Felagið hevur frammanundan níggju smáar elbussar, ið koyra í miðbýnum í Keypmannahvn.
K9-bussurin er enn ikki ES-góðkendur, men umboð fyri Movia siga við Ingeniøren, at miðað verður eftir at taka bussarnar í brúk á heysti 2012.
Tíðin fram til tá skal brúkast til at liðugtmenna bussin og fáa fíggjarligu karmarnar upp á pláss. Hvat bussarnir kosta er ikki almannakunngjørt.
Túsund royndarkoyrdir í Kina
BYD framleiðir bæði battarí, bilar og bussar.
Ein av størstu einstøku partaeigarunum er kendi amerikanski fíggjarmaðurin, Warren Buffet, sum fyri tveimum árum síðani keypti seg inn í felagið.
BYD fór sama árið undir arbeiðið við K9-prototýpuni, og í september í fjør varð greitt, at túsund slíkir bussar skulu royndarkoyrast í Hunan-landspartinum.
Sambært felagnum kunnu battaríini halda til at koyra 250 kilometrar. Bussurin er 12 metrar langur, vigar 14,3 tons og kann, tá hann koyrir skjótast, koma upp á 100 km/t. Løðingartíðin er við snarløðing 3 tímar og við vanligari løðing 6 tímar.