Eftirspurningurin eftir elorku fyrra hálvár 2023 øktist góð 7% og kom upp á 224 GWt. Grøna elorkuframleiðslan øktist góð 20% í mun til fyrra hálvár í fjør, og kom upp á 112 GWt.
Aðruhvørja ferð, tú løddi telefonina ella kókaði ketilin var streymurin framleiddur úr burðardyggum orkukeldum.
Grøna elorkuframleiðslan var 50% av samlaðu framleiðsluni. Vindorkan gav smá 26%, sum er dupult so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, og vatnorkan veitti góð 23%, sum er minni enn í fjør. Biogass og sólorka stóðu tilsamans fyri einum lítlum prosenti av samlaðu framleiðsluni, harav biogass átti størsta partin, t.e. 0,93% av samlaðu framleiðsluni.
Størsti munurin er at síggja í vindorkuframleiðsluni, sum kom upp á 57,6 GWt í mun til 28,6 GWt í fjør. Hetta kemst partvís av, at tvær nýggjar vindmyllulundir í miðstaðarøkinum nú framleiða inn á netið, og partvís tí at battarískipan og synkronkompensator tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í Suðuroy í mun til fyrra hálvár í fjør.