Helmingurin av ætlaðu kjarnorkuverkunum verða ikki bygd

Helmingurin av ætlaðu 484 nýggju kjarnorkuverkunum kring heimin verða av ongum sum avleiðing av alsamt vaksandi mótstøðuni ímóti kjarnorku.

Óhappið á japanska Fukushima-kjarnorkuverkinum fær avleiðingar fyri ætlanirnar um nýggj kjarnorkuverk kring heimin.

Í marsmánaða undan óhappinum vóru ætlanir um 484 nýggj verk, men av teimum verður helmingurin lagdur á hillina ella aldrin bygdur, upplýsir stjórin fyri orku- og veitingarøkinum í altjóða fyritøkuni Capgemini, Colette Lewiner, fyri dagblaðnum Børsen.

62 kjarnorkuverk eru tó longu í gerð, og tey verða væntandi bygd liðug, heldur hann. Kina stendur fyri 40 prosentum av nýggju kjarnorkuverkætlanunum, og meðan teir halda fram at byggja, traðka serliga Italia og Sveits á bremsurnar.

Comeback avlýst

Sambært fyrrverandi varastjóranum í størsta orkufelagnum í Evropa, Electricité de France, stóð kjarnorkan annars fyri einum stórum comeback við útlitum fyri eini tvífalding av verandi 439 reaktorum.

Eisini ætlanirnar at leingja livitíðina hjá evropeiskum reaktorum úr 30 til 40 ár eru ógvuliga ivasamar, heldur Capgemenistjórin.

Børsen skrivar eisini um eina kanning av undirtøkuni hjá dønum fyri kjarnorku, sum eisini undan óhappinum í Japan var vaksandi. Meðan 58 pst. av dønum í fjørsummar vóru ímóti kjarnorku, er hetta talið nú økt til 72 prosent sambært eini kanning, sum Greens hevur gjørt.

Vert er at leggja til merkis, at 77 prosent av dønunum, ið hava skift meining, nú eru meiri neilig, meðan 80 prosent síðsta summar vóru vorðin meira jalig mótvegis kjarnorku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking