Helma Maria Tróndheim lagt fram granskingarúrslit á altjóða ráðstevnu

Helma Maria Tróndheim lagt fram granskingarúrslit á altjóða ráðstevnu
Tá altjóða CIGRE ráðstevnan varð hildin í París í síðstu viku, var ein av fyrilestrarhaldarunum føroyska Helma Maria Tróndheim, PhD.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, sum er í granskingarstarvi hjá SEV.

Helma Maria legði fram úrslit av granskingarverkætlan sínari um frekvensregulering á einum avbyrgdum elneti við høgum parti av varandi orkukeldum.

Ráðstevnan varð hildin í frástøðu, so Helma Maria sat heima í Føroyum og legði fram umvegis netið. Stórur áhugi er fyri granskingini hjá Helmu Mariu, tí hon er viðkomandi fyri øll samfeløg, sum hava sett sær ítøkilig mál um burðardyggar elskipanir. Tá ið elframleiðslan gerst burðardyggari, hevur tað við sær, at motorarnir, sum tryggja støðufestið í skipanini í dag, so við og við verða tiknir úr rakstri, og fleiri og fleiri vindmyllur og sólpanel koma inn í staðin. Hetta merkir, at býtið av framleiðslueindum, ið stuðla støðufestinum á netinum, minkar.

Granskingin hjá Helmu Mariu snýr seg um javnvág, frekvens og spenning í elskipanini. Granskingarúrslitini, ið vórðu løgd fram, snúgva seg í høvuðsheitum um, hvussu frekvensstabiliteturin í føroysku elskipanini fer at verða í 2030, tá elorkan í høvuðsheitum fer at koma frá óstøðugu, varandi orkukeldum í mun til í dag, tá olja og vatnorka tryggja frekvensstabilitetin í elskipanini.

Avbjóðingarnar við støðufestinum, sum eru lýstar í framløguni hjá Helmu Mariu, snúgva seg um frekvensin. Men um hugt verður at spenninginum, so rennur man seg í líknandi avbjóðingar, sigur Helma Maria. Um ongar alternativar loysnir verða brúktar, gerst elnetið alsamt veikari, tess nærri vit koma 2030.

Hetta eru álvarsliga avleiðingar, og tí verður granskað í hesum evninum kring knøttin. Tó finnast nakrar alternativar loysnir í dag: eitt nú battarískipanin við vindmyllulundina í Húsahaga, sum kann stuðla frekvensinum.

CIGRE er altjóða felagsskapur fyri størri elskipanir, sum hevur 99 ár á baki. CIGRE er fronsk stytting, enska heitið er The International Council on Large Electric Systems, og endamálið er at virka fyri burðardyggum elskipanum um allan heim við at fremja áhuga og vitanardeiling millum elskipanir.

Modell og simuleringar

Helma Maria greiðir í stuttum soleiðis frá:

Frekvensstabiliteturin verður kannaður við at gera tvey model av elnetinum, eitt av netinum í dag og eitt av elnetinum í 2030 sambært útbygginarætlanini. Síðani verða modellini simulerað í trimum hugsaðum støðum:

  1. Yvir ein dag, har til ber at síggja, hvussu frekvensurin uppførir seg undir vanligum rakstri.
  2. Við einari knappari útkobling av onkrum belastningini, fyri at síggja hvussu elnetið reagarar í dag og í 2030. Hendan hugsaða støðan er eisini kannað við og uttan at stýra vindmyllunum til at hjálpa til at stuðla frekvensinum.
  3. Hvussu reagerar skipanin um linjan í millum Vestmanna og Skálabotn koblar út. Hetta hendir av og á, og kann gerast ein trupulleiki tá ið pumpuskipanin liggur í Vestmanna, tí at so verður hendan linjan lívsæðrin í skipanini.

Niðurstøðan í framløguni hjá Helmu Mariu er, at útbyggingarnar heilt vist fara at hava eina neiliga ávirkan á frekvensin, men úrslitini vísa eisini, at modellini mugu útbyggjast, tí at simuleringarnar av dagsins elneti vísa ein nógv javnari frekvens enn tann, vit síggja í mátingunum á netinum í dag.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking