Heimurin fer neyvan at røkka veðurlagsmálum sínum, um stuðulin til fossila orku heldur fram sum í dag.
Tað sigur altjóða orkustovnurin IEA, sum heldur, at stuðulin til fossila orku (kol, olju og gass) upp á 312 miljardir amerikanskar dollarar um árið steðgar menningini av reinari orku.
Fyri trimum árum síðani komu prísirnir á fossilari orku upp á tað hægsta nakrantíð, og nú hækka teir aftur í at kalla sama mun. Vandin er stórur, ávarar orkustovnurin sambært Teknisk Ukeblad.
Kollvelting neyðug
Tað er í nýggju Clean Energy Progress Report síni, at IEA tekur málið upp og eftirlýsir størri stuðuli til reina orku og minni til fossila orku.
- Stuttsiktaði vandin fyri politiskum stabiliteti og búskaparligum aktiviteti, orsakað av at heimurin er so nógv tengdur at fossilari orku, er aftur líka so sjónligur sum langsiktaða hóttanin ímóti einum burðardyggum umhvørvi, skrivar IEA.
- Til tess at sleppa burturúr hesum haftinum, hevur heimurin brúk fyri eini kollvelting innan reina orku.
Sambært IEA fer ein slík kollvelting at økja heimsins orkutrygd, geva burðardyggan búskaparligan vøkstur og elva til færri veðurlagstrupulleikar.
- Ein slík kollvelting fer at krevja størri íløgur enn nakrantíð fyrr í gransking, menning, royndarverkætlanir og nýggja tøkni av alskyns slag í fleiri áratíggjur framyvir. Men hesar íløgur fara eisini at geva fyrimunir, sum vit ikki hava havt fyrr. IEA metir, at vinningurin av íløgunum er meira enn 10 prosent um árið bara í rakstrarevnum, stendur í frágreiðingini.
Varandi orka vorðin bíligari
Varandi orka er vorðin bíligari seinastu árini, og hetta økið veksur nú við 30 til 40 prosentum um árið. Serliga takkað veri øktum stuðuli. Stuðulin til reina orku var upp á tilsamans 57 miljardir dollarar í 2009 sambært IEA.
Men kolið hevur framvegis stóran leiklut í heimsins orkupolitikki. Kolið hevur staðið fyri 47 prosentum av ravmagnsframleiðsluni seinastu tíggju árini.
- Men vøksturin í fossilari orku hevur tíverri verið eins stórur - ella kanska størri - enn í reinari orku, skrivar Nobuo Tanaka, stjóri í IEA, í fororðunum til frágreiðingina.
IEA sóknast tí eftir einum meira "aggressivum" politikki til tess at økja partin av reinari orku og leggur dent á tørvin at steðga stuðulinum til fossila orku. IEA stúrir annars fyri, at íløgurnar í kjarnorku fara at steðga eftir kjarnorkuóhappið í Japan.
Kapasiteturin má tvífaldast
Neyðugt verður at tvífalda kapasitetin av varandi orku, skal heimurin hava møguleika at røkka 2050-málunum, ið semja varð um í Cancun.
Eitt nú má vindorkan økjast við 17 prosentum um árið og sólorkan við 22 prosentum um árið, stendur m.a. í frágreiðingini hjá IEA.