Heimsins størsta vindmylla sett upp í Danmark

Nýggja 6 MW vindmyllan hjá Siemens Wind Powerer heimsins higartil størsta vindmylla.

Nærum 160 metrar høg við 120 metrar longum veingjum.

Nýggja 6 MW vindmyllan hjá Siemens Wind Power er heimsins higartil størsta, verður hugt burtur frá nøkrum meira ivasomum kinesiskum myllum.

Og tað er júst tøknifrøðiliga oddastøðan hjá donsku/týsku fyritøkuni og bólgnandi bíleggingarbøkurnar innan sjóvindmyllur, ið eru ein av høvuðsorsøkunum til stórtíðindini hesa vikuna um miljardaíløgur felagsins í Danmark næstu árini.

Ein partur av royndarstøðini. Nærmasta myllan er nýggja risamyllan hjá Siemens.

Markið er eftirhondini nátt fyri, hvussu stórar vindmyllur kunnu setast upp á royndarstøðini hjá DTU Risø í Høvsøre:

- Tað er galdandi bæði fyri hædd og fjarstøðu. Í roynd og veru kann sigast, at nýggja 6 MW-myllan nærmast er kroyst inn herúti, so tørvurin á eini royndarstøð við plássi til stórar vindmyllur er eftirhondini akutt, sigur Bjarne Sønderskov frá DTU Risø, ið sum rakstrarleiðari á royndarstøðini er vertur fyri nýggju risamylluni.

Bjarne Sønderskov rakstrarleiðari frá DTU Risø.

Beint nú stendur myllan still á royndarstøðini, tí hon er í ferð við at verða gjørd klár til komandi royndarkoyringarnar. Næsta ár skal myllan eisini testast á komandi royndarstøðini fyri stórar vindmyllur í Østerild Klitplantage í Thy. Roknað verður við, at hon verður sett í hópframleiðslu í 2014.

Tá myllurnar gerast risastórar, mugu kranarnir fylgja við í stødd.

Kelda: DR

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking