Heimsins størsta intelligenta elskipan (Smart Grid) er júst vorðin royndarkoyrd við góðum úrsliti í Danmark, upplýsir Energinet.dk.
Royndin fór fram í Holsted-umráðnum við Esbjerg, har alt flutningsnetið við 13 transformarastøðum millum 60 kV og 10 kV netini, fýra orkuhitaverk og 47 vindmyllur í gjár vórðu koblaðar frá verandi kontrollskipan og ístaðin bundin í framkomnar telduskipanir í einum sjálvstøðugum virtuellum orkuverki.
Væleydnað royndarkoyring
- Fleiri ára arbeiði gongur nú upp í eina hægri eind, og vit eru sera væl nøgd við royndarkoyringina, sigur verkfrøðingurin og upphavsmaðurin til verkætlanina, Per Lund, við Energinet.dk.
- Nýggja tøknin fer at gera elskipanina liðiligari og tryggja, at tilfeingið verður gagnnýtt á skynsamasta hátt, tí allar eindir allatíðina verða gagnnýttar fult út, og tað økir um veitingartrygdina hjá brúkarunum, sigur Per Lund.
Ein hópur av granskarum úr øllum heiminum fylgir við verkætlanini í Holsted, sum er ein fullfíggjað prototypa av eini stýrings-, regulerings- og ansingarskipan, ið kann reka eitt heilt flutningsnet automatiskt, tí vindmyllur, orkuhitaverk og transformatorstøðir tosa saman.
Royndarøkið er umleið 50 kilometrar í vavi við umleið 28.000 elmálarum.
Úrslitini av royndarkoyringini verða nú eftirmett, áðrenn farið verður undir eina nýggja royndarkoyring í vár.
Eisini á Bornholm
Miðað verður eftir at fara undir líknandi royndir á Bornholm, har framtíðar danska intelligenta elskipanin skal mennast og royndarkoyrast næstu fýra árini í sambandi við Smart Grid-verkætlanina EcoGrid EU.
Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við Syd Energi Net, eigararnar av orkuhitaverkunum og vindmyllunum í royndarumráðnum og útvaldum verkfrøðinga- og tænastufyritøkum.