Heimsins størsta intelligenta elskipan royndarkoyrd fyri seinastu ferð

Fleiri altjóða granskarar fylgja við royndarkoyringini í Holstedumráðnum í Danmark.

Seinnu helvt av hesum mánaðinum testar Energinet.dk fyri seinastu ferð Selluregulatorin í Holstedumráðnum, ið er mentur til heimsins higartil størstu intelligentu elskipan (Smart Grid).

Fram til 1. juli verður elnetið kring Holsted nærindis Esbjerg koblað av verandi kontrollskipanini og ístaðin knýtt umvegis framkomnar telduskipanir í eitt sjálvstøðugt virtuelt orkuverk.

- Vit simulera eitt streymslit á yvirskipaða elnetinum og lata selluregulatorin yvirtaka stýringina av einum parti av netinum hjá Syd Energi. Intelligenta elskipanin, ið verður stýrd av selluregulatorinum, skal so vísa, at hon kann yvirliva streymslitið og tryggja elveitingina til brúkararnar við at reka alt umráðið sum eina sjálvstøðuga oyggj, sigur Per Lund, leiðandi verkfrøðingur hjá Energinet.dk.

Royndarumráðið á stødd við Føroyar

Umleið 25.000 elmálarar (sum í Føroyum) eru í Holstedumráðnum, sum umfatar fýra orkuhitaverk, 47 vindmyllur og 12 transformatorstøðir millum 60 kilovolt og 10 kilovolt netini umframt eina transformatorstøð millum 150 og 60 kilovolt netini.

Fyritøkur og elbrúkarar í umráðnum eru kunnaðir um royndarkoyringina, og at hetta kann órógva streymveitingina í hesum tíðarskeiðnum.

Fleiri altjóða granskarar fylgja við Selluverkætlanini í Holsted, tí hetta er heimsins higartil fyrsta fullfíggjaða prototýpan upp á eitt Smart Grid við eini nýmentari framkomnari stýrings-, regulerings- og eftirlitsskipan - sokallaður Selluregulatorur.

Ein skipan, ið kann reka eitt heilt flutningsnet automatiskt, tí vindmyllur, orkuhitaverk og transformatorstøðir tosa saman og alla tíðina optimera raksturin av elskipanini.

Riggar sum tað skal

- Vit eru sjálvandi ógvuliga spent, men vit eru eisini rættiliga vís í, at alt riggar sum tað skal. Tað liggur hóast alt seks ára menningararbeiði aftanfyri hesa royndina, sigur Per Lund við danskenergi.dk.

Úrslitini av royndarkoyringini verða eftirmett í heyst, og verkætlanin endar í november.

Royndirnar frá Selluverkætlanini halda fram á Bornholm, sum næstu árini skal leggja oyggj til heimsins fyrstu veruligu prototýpu upp á framtíðar intelligentu elskipanina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking