Heimsins størsta fjarhitarør í Esbjerg

Við nýggja twinrørinum verður hitatapið 30 pst. minni enn í vanligum fjarhitarørum.

Heimsins størsta twin-fjarhitarør verður í hesum døgum lagt í jørðina við endurnýtslustøðina í Tarp, skrivar Jydske Vestkysten.

Rørið er 810 mm í diametur, og tað er nógv í rørhøpi, skrivar blaðið. Hetta er eisini fyrstu ferð so stór twinrør verða løgd í Danmark.

Eitt twinrør er sett saman av tveimum ymiskum leidningum, ið eru lokaðir inni í einum ytri røri. Í einum vanligum fjarhitarøri er eitt metalrør í einum plastikkrøri við bjálving.

30 pst. minni hitatap

- Við nýggju twinrørunum verður hitatapið 30 prosent minni enn í vanligum fjarhitarørum, sigur Claus Nielsen, hitastjóri á Esbjerg Forsyning.

Rørini verða verða mett at kunna veita fjarhita í 50 ár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking