Annan leygardag verður heimsins størsta Elbilarally í Danmark.
50 danskir og týskir elbilar fara at koyra teir 220 kilometrarnar úr Aabenraa til Husum. Tiltakið skal varpa ljós á elbilamarknaðin og varandi orku á flutningsøkinum.
Danski granskingarmálaráðharrin, Charlotte Sahl-Madsen, setir kappingina í gongd, og Lars Barfoed, flutningsmálaráðharri, handar virðislønirnar í Husum dagin eftir.
Løðingarstøðir verða settar upp fyri hvørjar 60 kilometrar. Longur rokna fyrireikararnir eftir øllum at døma ikki, at tey smáu battaríriknu akførini kunnu koyra, um tað verður kalt.
Gist verður í Flensburg náttina millum leygardag og sunnudag.
Neyðugt við nýggjum loysnum
CO2-útlátið í Danmark á flutningsøkinum var í 2007 upp á umleið 16,5 mió. tons. Hetta svarar til umleið 31 pst. av orkunýtsluni í Danmark. Skal Danmark røkka málinum um, at í minsta lagi 10 pst. av orkunýtsluni á flutningsøkinum skulu koma frá varandi orku í 2020, er neyðugt við nýggjum loysnum á hesum økinum.
- Vit arbeiða við at menna framtíðar orkusamfelagið, og her er flutningsøkið ein týdningarmikil partur. Elbilar hava ein stóran leiklut, skulu vit tryggja nútíðar orkusamfelagið við reinari og støðugari orku. Tí eru vit eisini fegin um at kunna stuðla hesum átaki, ið vísir, at elbilurin saktans megnar uppgávuna, bæði tá tað kemur til koyra langt og skjótt, sigur Anders Eldrup, stjóri í Dong Energy, sum letur rallybilunum ókeypis streym.
Týskarar stuðla eisini
Teir hálvthundrað bilarnir fara úr Aabenraa kl. 9 leygarmorgunin 19. mars, fult løddir við streymi frá Enstedverkinum hjá Dong Energy.
Fleiri aðrar fyritøkur stuðla eisini tiltakinum, teirra millum týska Wirtscaftsrat Deutschland, menningarráðið í Suðurjútlandi og Wurtschaftsförderung und Technologietransfer Schleswig-Holstein GmbH, sum eisini hevur átikið sær at skipa fyri kappkoyringini.