Heimsins longsti sjókaðal leggjast millum Norra og Bretland

Statnett í Norra og National Grid í Onglandi ætla í felag at skipa fyri orkusambandi millum bæði londini.

Statnett í Norra og National Grid í Bretlandi eru farin undir samstarv um at skipa fyri orkusambandi millum bæði londini.

Verkætlanin skal fremjast við tilknýti til størsta orkuverkið í Norra, Kvilldal, og hava ein kapasitet upp á 1.400 MW. Miðað verður eftir at taka heimsins longsta sjókaðal upp á 800 kilometrar í brúk millum 2017 og 2020, skrivar Statnett í einum tíðindaskrivi.

Fáa eina trygga orkuveiting

Umframt at knýta tveir ymiskar marknaðir saman, fer ein kaðal millum Norra og Bretland altíð at tryggja Norra nóg nógva orku og harvið minka um sveiggini í orkuprísinum, skrivar Statnett. Serliga um veturin stendur á at útvega nóg nógva orku í Norra.

Bretska skipanin byggir í dag á termiska orkuframleiðslu, í høvuðsheitum gass- og kolaorku, og eitt sindur av kjarnorku. Ætlanir eru um stórar útbyggingar av varandi orku næstu 10-20 árini.

Stendur tað til bretsku stjórnina vera 38.000 MW av varandi orku í bretsku skipanini innan 2020 ella umleið ein ferfalding av kapasitetinum og framleiðsluni sammett við 2010. Meginparturin av hesum kemur frá vindorku.

Sambandið millum Norra og Bretland fer at gera tað møguligt at goyma orku í norsku vatnbyrgingunum, soleiðis at hon kann brúkast, tá tørvur er á tí, annaðhvørt í Norra ella í Bretlandi.

Í kapping við aðrar

Kaðalætlanirnar hjá Statnett eru í kapping við eina aðra líknandi ætlan undir heitinum North Connect, sum m.a. tvey onnur norsk orkufeløg, Lyse og Agder Energi, eru partar av. Hesi bæði feløgini dystast eisini við Statnett um at sleppa at leggja ein kaðal til Týsklands.

Kaðalin millum Norra og Bretlands er ætlaður at vera partur av høvuðsnetinum. Hetta merkir, at avlopið fer aftur til brúkaran sum minni netleiga.

Um Lyse og Agder Energi eiga kaðalin, fer avlopið til teirra eigarar. 16 kommunur í Rogalandi eiga Lyse, meðan komunurnar í Agder (54,5 prosent) og Statkraft (45,5 prosent) eiga Agder Energi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking