NorNed-streymkaðalin millum Norra og Holland verður úr rakstri í í minsta lagi tíggju vikur.
Eitt brek er á kaðalinum, 300 metrar úr hollendsku strondini. Teir vóru varugir við brekið í gjárkvøldið.
Kaðalin gongur úr Feda í Norra til Eemshaven í Groningen í Hollandi.
Felagið TenneT arbeiðir nú við at umvæla brekið. Roknað verður við, at arbeiðið fer at taka í minsta lagi tíggju vikur, alt eftir veðrinum í umráðnum og útgerðini, ið skal brúkast, upplýsir norska Statnett.
580 kilometrar langur
Statnett sigur, at veitingartrygdin í Norra er góð, hóast NorNed-kaðalin nú er úr rakstri.
Kaðalin er heimsins longsti undirsjóvar orkukaðal. Hann er 580 kilometrar langur og hevur ein kapasitet upp á 700 megawatt. Tað svarar til streymnýtsluna hjá helminginum av Oslo ella helminginum av Amsterdam, skrivar Teknisk Ukeblad.
Kaðalin varð tikin í brúk í 2008, men trupulleikar hava verið við honum fleiri ferðir. Veturin 2010 var hann úr rakstri í nærum tríggjar mánaðir.