Heimsins løgnasta orkuverk skal liggja í Eystursjónum

Talan er um ein sekshyrntan orkupall við einum alduorkuverki og seks vindmyllum, sum er mett at kosta tilsamans 800 miljónir krónur.

Ein stórur flótandi pallur við einum alduorkuverki og seks vindmyllum er nú á veg av tekniborðinum og út í veruleikan.

- Fyrsta verkið verður eftir ætlan lagt í Eystursjónum, sunnanfyri Karlskrona. Vit hava tosað við herflotan, sum hevur víst á fleiri møguligar staðsetingar, sigur Percy Sundquist í svensku fyritøkuni Hexicon sambært dagblaðnum Blekinge Läns Tidning.

Seklshyrnti pallurin hjá Hexicon verður umleið 360 metrar í diametur. Hann verður ankraður í miðjuni og kann mala, so vindurin altíð kemur úr røttu ættini.

Fleiri fyrimunir

Fyrimunurin við pallinum er, at hann er óheftur av havdýpdum og ikki hevur brúk fyri dýrum havvindmyllufundamentum. Skrokkurin, ið er bygdur úr stáli og kompositti, krevur onki viðlíkahald.

Kockums-skipasmiðjan hevur sambært fleiri fjølmiðlum víst áhuga fyri at byggja skrokkin, sum umframt alduorkuverk og vindmyllur er útgjørdur við kontrollrúmi og tyrlupalli. Seks mans skulu arbeiða umborð á pallinum alt samdøgrið við at umvæla og viðlíkahalda anleggini.

Ætlaða havorkuverkið skal í minsta lagi framleiða 30 MW, og ætlanin er, at tað skal halda í minsta lagi 50 ár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking