Crowne Plaza Copenhagen Towers hevur júst fingið virðisløn fyri at vera heimsins grønasta gistingarhús. Gistingarhúsið hevur fingið EcoTourism Award sum ein umhvørvistilvitað fyrimynd hjá øðrum gistingarhúsum, skrivar Berlingske Tidende.
Gistingarhúsið, sum liggur í Ørestad, hevur størsta sólselluanleggið í Norðurevropa á framsíðuni á bygninginum, sum veitir streym, meðan grundvatnið syrgir fyri køling og upphiting í luftingarskipanini á gistingarhúsinum.
Allir lutir úr lívfrøðiligum evnum
Bæði sjónvarp og lampur eru útgjørd við lágorku, og allar sjampofløskur, tannbustur og baðihettur eru úr lívfrøðiligum evnum, sum ongan skaða gera á náttúruna. Matstovan brúkar lokalar rávørur, og alt burturkast verður til biogass og tøð.
Og hevur tú sum gestur á gistingarhúsinum hug at venja eina løtu, kanst tú taka tær ein súkklutúr á streymframleiðandi súkklunum á gistingarhúsinum. Øll, sum framleiða 10 watt tímar, fáa eina ókeypis máltíð á norðurlendsku matstovuni á gistingarhúsinum.
- Hetta er fyrstu ferð, virðislønin fer til Danmarkar. At hetta hevur eydnast okkum, haldi eg, er tí, at grøni hugsunarháttur okkara gongur aftur allastaðni - frá teimum heilt smáu lutunum til teir stóru, sigur Allan L. Agerholm, stjóri á gistingarhúsinum.
Heimsins størsta ferðamannafelag Skål International letur EcoTourism-virðislønina. Felagið varð stovnað í París í 1932.