Í morgin 18. juni hevur ein beskeðin elpera í Kalifornia verið í nýtslu í 110 ár. Hetta er helst longst varðveitta virkandi elperan í heiminum. Elperan hongur úr loftinum á eini brandstøð í býnum Livermore.
- Ongin veit, hvussu hetta ber til. Talan er um eina 60W-elperu, men hon lýsir bert við fýra wattum. Ongin veit, hví hon heldur fram við at lýsa. Vísindafólk úr øllum landinum hava verið her og hugt at peruni, sigur Lynn Owens, ið er leiðari í felagnum, ið hevur eftirlitið við varðveitingini av 110 ára gomlu elperuni, við Telegraph.
Slóknað nakrar ferðir av streymsliti
Elperan hevur tó ikki lýst út í eitt síðani 1901, tá hon varð hongd upp. Fyrstu ferð hon slóknaði var longu í 1901. Aðru ferð eina heila viku í 1937 og so nakrar ferðir upp ígjøgnum sjeyti-árini, orsakað av streymsliti.
Thomas Edison, sum í síni tíð uppfann fyrstu elperuna, kappaðist við Adolphe Chaillet, um hvør teirra kundi gera bestu elperuna, og tað er eisini Adolphe Chaillet, ið gjørdi elperuna, ið hongur í Livermore.
Sambært Steve Bunn – eisini úr felagnum, sum varðveitir sjáldsomu elperuna – er talan um eitt serligt slag av elperum, sum Adolphe Chaillet læt gera úr betri tilfari, varliga varð farið fram undir framleiðsluni og hvør einstøk pera varð gjøllað kannað.
Sí innslag frá Telegraph við 110 ára gomulu elperuni á www.ing.dk