Heimsins CO2-útlát náddi nýggjar hæddir í 2010

Sambært enn ikki almannakunngjørdum tølum frá IEA er heimsins CO2-útlát í 2010 vaksið við metferð - hóast alheims fíggjarkreppuna.

Heimsins CO2-útlát er vaksið við óvanligari ferð í 2010.

Tað vísa enn ikki almannakunngjørd tøl frá altjóða orkustovninum (IEA), sum Fatih Birol, leiðandi búskaparfrøðingur, avdúkar fyri bretska dagblaðnum The Guardian.

Í 2010 lá heimsins CO2-útlát um 30,6 gigatons koldioxid frá fossilum brennievnum. Hetta er ein vøkstur upp á 1,6 GT í mun til árið fyri.

- Eg eri ikki sørt stúrin. Hetta eru øðiliga keðilig tíðindi um CO2-útlát okkara, og nýggju tølini merkja, at tað verður ein ovurhonds stór avbjóðing at halda hitaøkingini undir 2 stigum, sigur Birol viðl Guardian.

Mugu ikki fara uppum 32Gt

IEA hevur roknað út, at skal eydnast okkum at forða fyri eini hitaøking upp á meira enn 2 stig – sum sambært vísindafólk er gáttin fyri møguligum vandamiklum veðurlagsbroytingum – eiga árligu útlátini ikki at fara uppum 32Gt í 2020.

Men veksur útlátið í 2011 við somu ferð sum í 2010, verður farið upp um markið níggju ár fyrr enn ætlað.

Tølini vísa eisini, at mesta álvarsama globala afturgongdin í 80 ár bert hevur eina evarska lítla ávirkan á útlátið - mótsett tí, mong hildu.

Millum 2008 og 2009 fall útlátið frá orku eitt lítið sindur, úr 29,3 Gt til 29 Gt, orsakað av fíggjarkreppuni. Við hesum í huga høvdu búskaparfrøðingar væntað ein lítlan vøkstur í 2010, men veruligi vøksturin hevur skakað IEA.

Menningarlondini syndararnir

Størsti vøksturin í CO2-útlátinum – umleið tríggir fjórðingar – kemur úr menningarlondunum, har skjótt vaksandi búskapirnir eru slopnir undan fíggjarkreppu og afturgongd, sum hava rakt meginpartin av framkomna heiminum.

Ein annar faktorur, ið bendir á økt útlát, er kreppan í kjarnorkuídnaðinum.

Eftir skaðan, flóðaldan elvdi til á Fukushima-verkinum hava Japan og Týskland gjørt av at steðga sínum kjarnorkuætlanum, og onnur lond eru í ferð við at endurskoða hesa orkukeldu.

Hetta harmar Fatih Birol, sum vísir á, at kjarnorka hóast alt telist millum tær keldurnar, ið kunnu framleiða el uttan nakað CO2-útlát.

Wake-up call

Nýggju tølini eiga sum heild at fáa stjórnirnar kring heimin at vakna, heldur Fatih Birol:

- Hetta eigur at vera eitt wake-up call. Vit hava ein lítlan møguleika fyri at halda okkum undir eini 2 stiga øking, um londini samtykkja eina løgfrøðiliga bindandi avtalu ella um vit síggja skjótar flytingar yvir til grønar orkukeldur og munandi íløgur í størri orkueffektivitet, sigur hann við The Guardian.

Í einum tíðindaskrivi frá IEA verður víst á, at hóast vøksturin í útlátinum kemur frá nýggjum vakstrarbúskapum, er útlátið frá OECD- londunum fyri hvønn íbúgva framvegis umleið 10 tons, meðan Kina bert útleiðir 5,8 tons fyri hvønn íbúgva og India 1,5 tons.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking