Fyrr í hesum mánaðinum handaði ein arbeiðsbólkur Vinnumálaráðnum eina heildarætlan fyri el-økið.
Arbeiðsbólkurin mælir m.a. til, at landsstýrið yvirtekur Elfelagið SEV og hevur yvirskipaðu stýringina av el-økinum í landinum.
SEV er sum er ein interkommunalur felagsskapur.
Skipast av nýggjum
Tá Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið eisini umsitur el-veitingarmál, fekk heildarætlanina handaða, segði hann m.a., at skulu Føroyar hava nógmikið av el-orku til taks komandi árini - og samstundis leggja um til varandi orku - má føroysk el-orkuframleiðsla hugsast heilt øðrvísi og skipast av nýggjum.
Kommunustýrislimir lýða á. Einir hálvthundrað kommunustýrislimir úr øllum landinum vóru við á fundinum í dag.
Á kunnandi fundi, sum nevnd og leiðsla í SEV skipaðu fyri í Løkshøll í Runavík í dag fyri kommunustýrislimum um møguligar framtíðarútbyggingar, varð avrátt at hava ein felagsfund um heildarætlanina í heyst, eftir at kommunurnar hvør sær hava viðgjørt ætlanina.