Ein heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum verður klár 1. juli í ár.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í elveitingarmálum, í tíðindaskrivi.
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Munandi tiltøk átrokandi
Veðurlagspolitikkur Føroya bleiv samtyktur í 2009 og er m.a. avgjørt, at útlátið av CO2 skal skerjast, og at munandi stig skulu takast til tess at økja um varandi orkuna í Føroyum.
Saman við støðugt hækkandi oljuprísum eru munandi tiltøk á elorkuøkinum alsamt meira átrokandi, bæði umhvørvisliga og fíggjarliga.
Tilgongdin higartil hevur verið heldur drúgv, og er neyðugt, at meira ferð verður sett á, eins og meira yvirskipaði tiltøk eru mett at verða neyðug.
Politiska viðgerð í heyst
Vinnumálaráðið hevur tí sett í verk eitt arbeiði, har ein heildarætlan fyri elorkuøkið verður gjørd, og skal hon verða so ítøkilig, at grundarlag er fyri politiskari viðgerð, tiltøkum og møguligum lógarbroytingum komandi heyst.
Heildarætlanin skal fevna um elframleiðslu og elveiting og yvirskipað viðgera búskaparlig og bygnaðarlig atlit, eins og lóggávan á eløkinum skal endurskoðast. Heildarætlanin verður liðug at leggja fram 1. juli 2011.
Heildarætlanin skal fevna um tíðarskeiðið fram til ár 2020 og við støðulýsing, ið eisini peikar frameftir til ár 2050.
Heildarætlanin skal í høvuðsheitum gerast av umboðum úr Vinnumálaráðnum og úr Jarðfeingi. Íkast til heildarætlanina frá øðrum áhugapørtum - SEV, KSF, FKF, Røkt, Fjarhitafelagnum, Elveitingareftirlitinum, Innlendismálaráðnum og Vinnuhúsinum - verða umbiðin, og verða allir áhugapartar kunnaðir og hoyrdir so hvørt í tilgongdini.