Arbeiðið at bora vatntunnil suður ímóti Selatrað hevur sum heild gingið eftir ætlan higartil.
Fyrsti kilometurin av teimum 8,4 íalt er nú lagdur afturum, síðani hol varð sett á fjallið 9. september.
Eftir ymsar byrjunartrupulleikar er nú ferð av álvara komin á boringina, og nú eru teir frammanfyri tíðarætlanina. Í miðal verða einir 30 metrar boraðir um samdøgrið.
Tá tað hevur gingið best, hava teir borað útivið 60 metrar. Miðað verður eftir at bora í minsta lagi 600 metrar um mánaðin.
Liðugt í 2013
Eiði 2 Suður samtakið, sum byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen mynda, stendur fyri arbeiðnum, ið eftir ætlan skal vera liðugt í mars 2013.
Arbeitt verður í tveimum vaktum seks dagar um vikuna, og tilsamans eru 24 mans knýttir at arbeiðnum.
Vatntunnilin úr Skálagjógv omanfyri Norðskála og suður ímóti Selatrað skal savna meira vatn úr áum á vestursíðuni á Eysturoynni til Eiðisverkið hjá SEV.
Tunnilin er 3,35 metrar í diametur
Eiðisverkið eisini útbygt
Vatnorkuútbyggingin fer at økja vatnorkuna hjá Eiðisverkinum við umleið 16 miljónum kilowatt-tímum. Tøka orkan hjá verkinum í løtuni er 40 miljónir kilowatt-tímar.
Úr tunnilinum skulu eisini borast einar 26 slokur upp til áarinntøkini. Slokurnar verða 60 centimetrar breiðar og í onkrum føri upp í 60 metrar langar.
Arbeiðið at gera sjálv áarinntøkini, ið vera eini 20 í tali, verður boðið út fyrst í nýggja árinum, og ætlanin er at fara undir hetta arbeiði í summar.
Í sambandi við útbyggingina skal ein triðja vatnturbina setast upp á Eiðisverkinum, sum tí eisini er undir útbygging í løtuni.
Ætlandi fer samlaði kostnaðurin av Eiði 2 verkætlanini og tilhoyrandi útbyggingum at liggja um einar 150 mió. kr., tá ið avtornar. Arbeiðið verður fíggjað við lántøku og eginpeningi.