Hava borað 4,4 km til Selatraðar

Sostatt eru teir nú komnir góða hálva leið við tí 8,4 km langa vatnsavningartunlinum millum Skálá og Blásenda.

Arbeiðið at bora vatnsavningartunnil frá Norðskála og suður ímóti Selatrað varð av álvara tikið upp aftur í síðstu viku, eftir at arbeiðsfólkið er komið aftur úr summarfrí.

Burtursæð frá tí útivið tríggjar mánaðar langa steðginum fyrr í ár, tá borurin var til umvælingar vegna skaða, hevur arbeiðið sum heild gingið eftir ætlan. Higartil eru 4,4 km boraðir av tí 8,4 km langa tunlinum millum Skálá og Blásenda, síðani fyrsta skotið varð latið av 9. september í fjør.

Liðugur til jóla næsta ár

Eiði 2 Suður Samtakið, ið stendur fyri arbeiðnum, væntar framvegis, at tunnilin verður liðugur til jóla næsta ár. Hann skal annars sambært byggisáttmálanum ikki latast SEV fyrrenn í februar/mars 2013.

Byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen mynda Eiði 2 Suður Samtakið, sum eisini stóð fyri Eiði 2 Norður verkætlanin, ið var liðug fyri tveimum árum síðani og sum snúði seg um at gera tunnil úr Svínáum til Norðskála.

Sett varð á at bora omanfyri Norðskála 9. september í fjør, og higartil eru 4,4 km av tí 8,4 km langa tunlinum millum Skálá og Blásenda boraðir.

Arbeiðið at gera luft- og áarinntøkini til tunnilin er eisini byrjað. Hesum arbeiðnum stendur byggifelagið Kanjon fyri.

Arbeiðið fevnir um trý luftinntøk og 20 áarinntøk við tilhoyrandi veitum. Eitt luftinntak og fimm-sjey áarinntøk skulu gerast í summar. Restin av arbeiðnum - tvey luftinntøk og 13-15 áarinntøk við veitum - skal gerast næsta summar.

Eiðisverkið útbygt

Í sambandi við tunnilsarbeiðið verður Eiðisverkið hjá SEV sunnanfyri Brimnes eisini útbygt, soleiðis at tað kann hýsa eini triðju turbinu aftrat. Byggifelagið MT Højgaard stendur fyri hesum arbeiði, ið verður liðugt í heyst.

Eiðisverkið verður longt 12 metrar norðureftir, so tað kann hýsa eini turbinu aftrat. Arbeiðið verður liðugt í heyst.

Nýggja turbinan verður 7,7 MW. Hinar báðar turbinurnar á verkinum eru 6,3 MW hvør. Nýggja turbinan, ið eins og hinar báðar er keypt frá Voith í Norra, kemur væntandi til Føroya í næsta mánaða, og miðað verður eftir at taka hana í brúk fyrst í næsta ár.

Eiði 2 verkætlanin, ið er mett at kosta umleið 250 mió. kr. tilsamans, fer at økja um framleiðsluna hjá Eiðisverkinum við umleið 16 mió. kilowatt-tímum. Sum er liggur framleiðslan um 40 mió. kWh um árið.

Verandi turbinur og generatorar á Eiðisverkinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking