SEV bjóðar til móttøku á Vágsverkinum hósdagin 1. september, kl. 15 – 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Elfelagið hátíðarheldur, at umfatandi útbyggingarnar á verkinum eru lidnar, og at nýggi motorurin, M4, verður tikin í nýtslu.
Dagurin er merkisverdur fyri elveitingina í Suðuroynni, tí við nýggja motorinum økist elorkan á Vágsverkinum 50 prosent. Varðin Pelagic á Tvøroyri økti eftirspurningin eftir elorku í Suðuroynni munandi, tá ið virkið fór undir framleiðslu í august 2012, og tí var neyðugt at byggja Vágsverkið út skjótast gjørligt.
Maskinhøll er bygd til nýggja motorin, ið vigar 48 tons, og sum er av slagnum Wärtsila. Harafturat er verkið bygt út við øðrum bygningum, og tangagarðurin er víðkaður. Netparturin er eisini dagførdur við nýggjari háspenningsútgerð. Útbyggingin á Vágsverkinum hevur kostað slakar 100 milliónir krónur.
Høvuðsarbeiðstakararnir vóru MEST, Articon, RTS, Install og Tangavirkið.