60 kV sambandið millum Sund og Skálabotn er nú endaliga knýtt í elnetið hjá SEV. Nýggja kaðalsambandið kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta elorkuna runt á netinum. Endamálið við kaðalsambandinum er at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið - eitt nú tá árligt eftirlit skal gerast á teimum stóru mastrunum á fjøllunum.
SEV fór í fjørð undir at leggja ein 60 kV kaðal úr Skálabotni út á Raktanga, og hinumegin fjørðin var lagdur ein 60 kV kaðal av Kallanesi niðan á Sundsverkið. Í summar vóru hesir kaðlarnir bundnir saman við einum sjókaðli um Tangafjørð, og tað var sostatt síðsti parturin av 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn, sum nú er tikið í nýstlu.
Kaðalskipið, Nautilus Maxi, legði kaðalin um Tangafjørð, sum var framleiddur á kaðalverksmiðjuni Nexans í Norra.