Ein háspenningarfeilur í Keypmannahavn myrkalegði fríggjakvøldið bæði Ráðhúsplássið og Tivoli.
Tað hevði m.a. við sær, at tey 1.800 fólkini, ið vóru á veg til konsertsalin í Tivoli at hyggja at sangleikinum "Mamma Mia", noyddust at bíða ein tíma eftir at streymurin kom aftur, so framsýningin kundi fara í gongd.
Aðrir gestir í Tivoli noyddust somuleiðis at vera streym fyriuttan, skrivar Jyllands-Posten.
Streymslitið hendi í ringast hugsaðu løtuni - jólaupplatingarkvøldið hjá Tivoli.
Ókeypis rutsjutúr
- Fólk tóku tað við góðum lag. Vit góvu gestunum ein ókeypis túr á skreiðibrekku okkara og í gamla rutsjubananum, segði ein talsmaður fyri Tivoli við blaðið.
Streymslitið hevði eisini við sær, at heimasíðurnar jp.dk, eb.dk og pol.dk slóknaðu, tá streymurin í øllum blaðhúsinum JP/Politikens Hus á Ráðhúsplássinum fór.
Sambært DONG var orsøkin til streymslitið ein háspenningarfeilur, sum hendi kl. 19.10. Klokkann eitt sindur yvir hálvgum níggju fingu tey fyrstu streymin aftur, men ikki fyrrenn á midnátt vóru heimasíðurnar klárar aftur at veita tíðindi.