Hátíðarløta á Vinnuháskúlanum 19. januar, tá nýklæktir maskinmeistarar, maskinistar, skipsførarar og skiparar - tilsamans 33 garpar - fingu prógv handað fyri loknan lestur.
1. virðisløn fyri besta próvtal hjá maskinmeistarunum fekk Hans Jákup Lervig, og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev, fekk heiðurin av at handa Hans Jákupi ein hondgjørdan grindaknív frá Sev.
Andrias Midjord Høgnesen, Beinir Unason Nón, Brandur Jákupsson, Daniel Øvre, David Arnold Hjelm, Egil Olsen, Hans Jákup Lervig, Ísakur Viðoy Staksá, Jákup Biskopstø Andreasen, Jógvan Andrias Heinason Joensen, Jóhan í Garðastovu, Kristian Martin úr Fugloy Joensen, Magnus Rasmussen Jógvansson, Petur Erhardsson Müller, Rói Zachariasen, Teitur Rúnason Nielsen og Uni Klein
Egil Olsen er ikki við á myndini
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Hans Jákup Lervig fekk grindaknívin frá Sev, Jákup Biskopstø Andreasen fekk mátitól frá Maskinmeistarafelagum, og Brandur Jákupsson fekk kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisviriðslønina, eitt gullur frá Maersk, fekk Petur Erhardsson Müller
Vit ynskja øllum 33 hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr.
Les meira um próvhandanina á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum