Ein halogenpera gevur umleið 30 pst. meira ljós við somu streymnýtslu enn ein gomul gløðipera. Hetta merkir, at ein halogenpera á 40 watt gevur umleið somu ljósstyrki sum ein gomul 60 watt pera.
Hetta er gott at vita, tá ein skal velja, hvørja halogenperu, ein skal keypa. Norska brúkararáðið hevur í samstarvi við onnur evropeisk brúkararáð í International Consumer Research og Testing gjørt eina stóra kanning, sum eisini kann vera til hjálpar, tá ein skal keypa halogen-perur.
Í kanningini eru perurnar lutaðar í ymisk sløg eftir styrki. Í 42 watt og 53 watt eru tað perurnar frá Ikea, sum standa seg best - og tað hóast tær eru munandi bíligari enn perurnar hjá kappingarneytunum, skrivar Jyllands-Posten.
Perurnar slókna ov tíðliga
Í kanningini varir ongin av halogenperunum teir lovaðu 2.000 tímarnar. Nakrar av teimum slókna, tá tær hava verið brúktar í 1.300 tímar. Yvirhøvur ber til at siga, at halogenperur vara ógvuliga stutt sammett við spariperur.
Einasta orsøkin til at brúka halogenperur er, at tær geva somu ljósgóðsku sum gløðiperurnar. Sostatt kunnu tær brúkast í lampum, har peran er sjónlig, og tær kunnu brúkast uttandura í nógvum kulda uttan trupulleikar.