SEV-stýrið hevur sett Hákun Djurhuus í stjórastarvið í SEV frá 1. januar 2008. Hákun Djurhuus er útbúgvin sivilverkfrøðingur og var m.a. stjóri í P/F Føroya Shell í 10 ár SEV-stýrið avgjørdi í morgun at seta Hákun Djurhuus í stjórastarvið í Elfelagnum frá 1. januar 2008.
Hákun Djurhuus er 46 ár. Hann var útbúgving sivil- og byggiverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1986 og hevur síðani ognað sær drúgvar starvs- og leiðsluroyndir. Hann var stjóri í P/F Føroya Shell í 10 ár - frá 1997 til í summar. Undan tí starvaðist hann hjá A/S Dansk Shell í eitt ár, tá hann eisini tók ein part av HD-lestri.
Árini 1992 til 1996 var Hákun Djurhuus leiðsluráðgevi og stjóri í P/F Northern Fish Cold Storage Ltd. í Klaksvík. Frá 1986 til 1992 arbeiddi hann sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá Landsbyggifelagnum og E.D. Verkfrøði.
Hákun Djurhuus var eisini eitt skifti føroyskur umboðsmaður hjá Kreditforeningen Danmark, sum seinni broytti navn til Realkredit Danmark. Harumframt hevur hann royndir í ymsum nevndararbeiði. Hann er nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og nevndarformaður í Smyril Line.
Hákun Djurhuus leggur nevndarsessin í Arbeiðsgevarafelagnum frá sær í næstum, har hann hevur verið valdur, tí hann var stjóri í P/F Føroya Shell. SEV-stýrið hevur góðkent, at hann heldur fram sum nevndarformaður í Smyril Line.