Hækkandi elprísur í Svøríki eftir nýggjar kjarnorkutrupulleikar

Hámarksprísurin hækkaði í dag upp í 2 krónur fyri kilowatttíman.

Líkt er ikki til, at trupulleikarnir á svensku kjarnorkuverkunum fáa nakran enda.

Í nátt steðgaði óvæntað reaktorur 4 á kjarnorkuverkinum Ringhals, sum stendur fyri umleið einum tíggjundaparti av svenska kjarnorkukapasitetinum.

Fyri eini góðari viku síðani kom R1 í gongd aftur eftir umfatandi umvælingar. Men stutt eftir steðgaði hann aftur, og nú er hann aftur til umvælingar.

Miðað verður eftir at fáa hann í gongd aftur hósdagin, skrivar Ny Teknik.

Oskarshamn

Um vikuskiftið hevur eisini verið galið við reaktori 2 í Ringhals, men í gjárkvøldið koyrdi hann aftur við 94 % kapasiteti.

Stóri 03-reaktorurin í Oskarshamn - størsti kjarnorkureaktorurin í Svøríki - er uppstigaður úr 1100 MW til 1450 MW. Men uppstigingin hevur ikki virkað eftir ætlan.

Roknað verður ikki við, at reaktorurin kann startast aftur fyrrenn um 10-14 dagar.

Vetrarprísir

Trupulleikarnir á svensku kjarnorkuverkunum høvdu longu í november við sær, at norðurlendski elkeypskálin ásetti vetrarprísir á svenska streymin.

Síðstu vikurnar hevur hámarksprísurin fyrra- og seinnapartar ligið omanfyri eina krónu fyri kilowatt-tíman umframt orkuavgjald, meirvirðisgjald og flutningsavgjøld.

Hámarksprísurin hækkaði í dag upp í 2 krónur. Miðalprísurin fyri allan dagin er 1,36 krónur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking