Hækkandi elprísir í Týsklandi hava havt við sær, at elprísirnir í serliga vestara partinum av Danmark eisini eru hækkaðir seinastu mánaðirnar.
Hægru elprísirnir í Týsklandi koma av, at ídnaðurin har er um at koma fyri seg aftur. Hetta økir um eftirspurningin eftir el og fær elprísin at hækka - eisini í Danmark, eins og fyri aðrar vørur, ið seldar verða um landamørk, sigur Energinet.dk í tíðindaskrivi í sambandi við at donsk bløð í dag geva nýggja elsambandinum um Stórabelt skyldina fyri hækkingini.
Harumframt hava prísirnir á brennievnunum, sum orkuverkini brúka, eisini verið hægri seinastu mánaðirnar í mun til frammanundan, vísir Energinet.dk á.
Eykarokning uppá 100 krónur
Hetta hevur havt við sær eina hækking í marknaðarprísinum á el í Vesturdanmark uppá uml. 100 kr. fyri eitt vanligt húsarhald.
Sostatt vísir Energinet.dk aftur uppáhaldum í fleiri donskum bløðum í dag um, at nýggja elsambandið um Stórabelt hevur havt við sær, at elrokningin hjá húskjum í Vesturdanmark er hækkað við 340 kr.
Eftir metingunum hjá Energinet.dk hevur Stórabeltssambandið bert ávirkað elprísin í Vesturdanmark við nøkrum fáum krónum av teimum 100 krónunum, elprísurin samanlagt er hækkaður við.
Tengd at prísunum í grannalondunum
Altjóða elmarknaðurin tryggjar, at streymurin altíð verður framleiddur har, hann er bíligast, og brúktur har, hann hevur størst virði. Prísirnir í grannalondunum hava tí stóran týdning fyri innlendska prísstøðið bæði í Vestur- og Eysturdanmark, sigur Energinet.dk.
Vesturdanmark er ofta eitt transittland, tvs. at innflutt verður antin frá norðurlendsku skipanini og útflutt til Týsklands ella øvugt. Vesturdanmark hevur tí ofta eins prísir við minst eitt av hesum prísøkjum. Hetta merkir samstundis, at um prísstøðið í t.d. Týsklandi hækkar, hækkar eisini prísstøðið í Vesturdanmark.