SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Grønt vikuskifti

Grønt vikuskifti

Grønt vikuskifti

Í 23 tímar frá leygarkvøldinum 22. juni og út á sunnukvøldið 23. juni var púra kvirt á Sundsverkinum og Vágsverkinum, tá elframleiðslan var 100% grøn.

Tað er ikki óvanligt, at motorarnir á Vágsverkinum standa stillir, men longri ímillum, at tað hendir á Sundsverkinum.

Tær ferðirnar, Sundsverkið ikki hevur koyrt, hava bingjurnar á Norðtoftum kortini verið virknar og tí hevur elframleiðslan ikki verið 100% grøn. Men nú kaðalsambandið norður um fjall er um at vera liðugt, og tørvur ikki longur er á eyka máttinum í bingjunum, ber til at koyra við 100% grønari orku eisini í meginøkinum.

 

Seinastu 3-4 árini hevur verið neyðugt við tveimum bingjum við eyka mátti fyri at tryggja neyðuga elorku til økið har norðuri, har m.a. alibrúk hjá Bakkafrosti er.

 

Verandi linju og kaðalsamband var ikki nóg sterkt til at nøkta tann knappliga ógvusliga økta eftirspurningin eftir elorku, tá Articon fór í gongd við tunnilsarbeiðið og Bakkafrost fór undir økt virksemi har norðuri.

 

Ímeðan bíðað varð eftir at kunna leggja nýtt og styrkt kaðalsamband í nýggju tunlarnar norður um fjall, blivu bingjurnar báðar settar upp á Norðtoftum.

 

Tað hevur virkað væl, og stóru kundarnir norðanfyri hava ikki merkt nakað.

 

Arbeiðið at leggja nýggja kaðalsambandið millum Strond og Norðtoftir er nú stórt sæð li

ugt, og bingjurnar blivu sløktar hósdagin 2. mai.

 

Til ber at fylgja við elorkuframleiðsluni á heimasíðu okkara.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking