Grønt ljós fyri nýggjum javnstreymskaðali millum Norra og Danmark

Skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2014.

Longu fyri árslok í 2014 fer eitt nýtt el-samband millum Danmark og Norra at veita uppaftur meira umhvørvisvinarligan streym millum londini.

Hetta er greitt, eftir at nevndirnar í Energinet.dk og Statnett, sum hava ábyrgdina av elskipanunum í Norra og Danmark, hava gjørt av at gera íløgur fyri 2,8 miljardir krónur í eitt nýtt javnstreymssamband, skrivar danskenergi.dk. 

Komandi javnstreymssambandið, sum í dagligari talu verður rópt Skagerrak 4, verður ført fyri at flyta 700 megawatt (MW) - svarandi til umleið tríggjar havmylluparkir á stødd við Horns Rev 2 út fyri vesturjútsku strondini.

Sjókaðalin 140 km langur 

Umframt sjálvan kaðalin fer Skagerrak 4-sambandið harumframt at fevna um tvey støðanlegg - eitt í Kristiansand í Norra og eitt í Tjele í Danmark, har tey bæði feløgini longu hava ognað sær neyðug lendi til tess at útbyggja støðirnar. 

Landkaðalarnir donsku megin verða uml. 90 km langir, meðan teir í Norra verða 12 km. Sjókaðalin um Skagerrak verður uml. 140 km langur. 

Energinet.dk og Statnett fara at eiga ávikavist 53 og 47 prosent av Skagerrak 4. Í bæði Danmark og Norra eru politisku góðkenningarnar avgreiddar.  


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking