SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Grønt frambrot

Grønt frambrot

Grønt frambrot
Vindmyllulundin í Húsahaga er eitt munagott frambrot á grønu kósini hjá SEV. Ávegis málið er, at 60 prosent av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum komandi árini, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030

- Vindmyllulundin í Húsahaga er eitt grønt frambrot, og SEV ætlar at ganga grønu kósina allan vegin, til elorkan er 100 prosent grøn. Tað er málið, og hesum máli ætla vit at røkka, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú elfelagið hevur alment yvirtikið vindmyllulundina í Húsahaga.

Í royndartíðini í september hava myllurnar stundum megnað at framleitt meira en 60 prosent av elframleiðsluni tilsamans. Henda sannroynd hevur við sær, at SEV við bjartskygni væntar at røkka ávegis málinum, at varandi orkukeldurnar – vindur og vatn – verða 60 prosent av árligu elframleiðsluni komandi árini.
SEV er sostatt framman fyri málið, sum elfelagið setti sær í 2006. Tá setti SEV út í kortið, at í 2015 skuldu 55 prosent av framleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45 prosent frá olju. Á langa tíðarásinum skulu útbyggingar við pumpuskipanum í vatnorkuni og sjóvarfalsorka síðani lyfta elorkuna upp á 100 prosent grøna orku í 2030.
- Vit hava í dag tikið eitt risafet á grønu kósini, sum vit øll eiga at fegnast um. SEV er fólksins ogn, og góða gongdin innan varandi orkukeldurnar gagnar okkum øllum, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Elfelagið hevur í nøkur ár miðvíst fylgt við í gransking og menning uttanlands, samstundis sum dagføringar og nýskipanir eru settar í verk í SEV. Talan er um eitt samspæl ímillum fleiri tøknilig øki, sum nú loyva væl meira av vindi inn á føroyska elnetið.

Tøknilig menning
- Fleiri ymiskar skipanir eru í dag við til at bera vindin inn á føroyska elnetið. Hendan menningin á ymiskum tøkniligum økjum og okkara náttúrukreftir geva Føroyum serstakar møguleikar at klára seg á grønu leiðini, vísir Terji Nielsen, verkætlanarleiðari í Húsahaga, á.
Hann sipar m.a. til, at vindmyllurnar sjálvar eru meiri framkomnar, og tær kunnu tískil í størri mun laga framleiðsluni eftir tørvi enn áður. Elektriski útbúnaðurin í nýggju vindmyllunum hóskar eisini munandi betur til føroyska elnetið.
Ein battarískipan verður harafturat ment til vindmyllulundina í Húsahaga. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt skal nýggja battarískipanin javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.
Power Hub skipanin økir eisini um møguleikarnar at leiða meiri vind inn á elnetið. Skipanin, ið støðugt eygleiðir gongdina á netinum, koplar stórar útvaldar brúkslutir úr, tá hon varnast, at framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin ta givnu løtuna – t.d. tá ið brek er á eini framleiðslueind. Hetta gevur í sjálvum sær eitt støðugari elkervi, ið tískil eisini kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum so sum vindorku.
Harumframt eru nýskipanir og dagføringar bæði á oljuriknu verkunum og vatnorkuverkunum miðvíst farnar fram, soleiðis at verkini lættari kunnu arbeiða saman við óstøðugum orkukeldum sum t.d. vindi. Ein nýggj yvirskipað stýrisskipan verður eisini sett í verk á SEV í næstum. Henda skipan skal m.a. samskipa elframleiðsluna, so at vindorkan verður brúkt á so skynsaman hátt sum gjørligt.
Samanumtikið hevur SEV brynjað seg til at taka við grønu avbjóðingunum. Framleiðslumátturin í Húsahaga er 11,7 MW, og vindmyllurnar, sum eru av slagnum ENERCON, kunnu framleiða 41 GWt um árið. Verkætlanin í Húsahaga kostar umleið 180 milliónir krónur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking