Grønlendingar eru vorðnir grønari

Vaksandi nýtslan av vatnorku ber í sær minni CO2-dálking, og økti hitin ger, at grønlendingar brúka nógv minni av olju til upphiting.

Samlaða orkunýtslan í Grønlandi er fallin 10,5 prosent síðani 2008. Í sama tíðarskeiði er CO2-útlátið frá orkunýtsluni fallið góð 13 prosent.

Tað vísa nýggj tøl frá grønlendsku hagstovuni um orkunýtsluna í Grønlandi 2009.

Fleiri orsøkir eru til fallið. Millum annað var veturin í 2009 líggjari enn í 2008, og tí brúktu grønlendingar minni av olju til upphiting.

Rættur orkupolitikkur

- Eg eri sera fegin um, at vit nú umvegis orkuhagtøl frá grønlendsku hagstovuni hava fingið prógv fyri, at orkupolitikkurin seinastu árini og íløgurnar í vatnorku hava verið rættar bæði búskaparliga, samfelagsliga og veðurlagsliga, sigur Jens B. Fredriksen, landsstýrismaður í m.a. íbúðar- og ferðslumálum, í einum tíðindaskrivi.

Vert er serliga at leggja til merkis, at parturin av varandi orku í samlaðu orkuframleiðsluni er vaksin útivið ein fjórðing í mun til 2008. Hetta kemst av, at stóru íløgurnar í vatnorku nú síggjast aftur.

Sjálvbjargin á orkuøkinum

Bæði vatnorkuverkið í Qorlortor-suaq og útbyggingin av verkinum í Buksufjørðinum hava síðani tey vórðu tikin í nýtslu á sumri 2008 havt við sær nógv minni oljunýtslu.

- Vit hava ongantíð verið meira sjálvbjargin á orkuøkinum enn nú, og eg vænti, at myndin verður uppaftur vakrari á hesum øki í 2010 í sambandi við at vatnorkuverkið í Sisimiut var tikið í brúk fyri einum ári síðani. Tá vatnorkuverkið í Ilulissat verður liðugt í 2013, verða vit enn betri fyri bæði tá ið ræður um varandi orku og sjálvbjargni á orkuøkinum, sigur Jens B. Frederiksen.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking