Grønland millum heimsins fremstu lond innan varandi orku

Grønland hevur við stóru íløgum sínum í vatnorku yvirhálað Føroyar. 60 prosent av elveitingini kemur í dag frá varandi orku mótvegis 45 prosentum í Føroyum. Danmark liggur hinvegin og rótar niðri á umleið 18 prosentum sambært Dansk Energi.

Grønland telist millum heimsins grønastu lond.

Við stóru íløgum sínum í vatnorku er 60 prosent av orkuveitingini í landinum burðardygg. Tá vatnorkuverkið í Ilulissat er liðugt í 2013, kemur parturin av varandi orku upp á 70 prosent.

Í Føroyum er grøni parturin í elveitingini í løtuni 45 prosent í bestu vind-og vatnárum, og hækkar til uml. 50 prosent, tá Eiði 2 Suður verkætlanin er liðug í 2013. Danmark liggur hinvegin og rótar niðri á umleið 18 prosentum, skrivar tíðindablaðið Dansk Energi í novemberútgávu síni.

Útbyggja eftir eini miðvísari ætlan

Parturin av CO2-fríari orku í Grønlandi er vaksin úr 40 upp í 60 prosent seinastu fýra árini.

- Vit hava eina greiða ætlan. Vit skulu allatíðina hava eina byggiverkætlan í gongd. Meðan vit byggja í Ilulissat, eru vit í ferð við at gera klárt til næstu byggingina í Qasigiannguit og Aasiaat. Og talan er um rættiliga stórar íløgur, sigur stjórin í almenna grønlendska orku- og vatnfelagnum Nukissiorfiit, 41-ára gamli danin Svend Hardenberg, við Dansk Energi.

Hann sigur, at íløgurnar hjá felagnum svara til, at Danmark skuldi gjørt íløgur í hálvaaðru Stórabeltsbrúgv um árið.

Inni á vatnorkuverkinum í Buksufjørðinum.

Íløgurnar hjá Nukissiorfiit verða gjørdar við fullari undirtøku frá grønlendska landsstýrinum og landstinginum, sum lænir felagnum pengarnar til at byggja vatnorkuverkini.

Samfelagsgagnligar íløgur

Men hóast talan er um kostnaðarmiklar íløgur fyri hetta stóra landið við lítla fólkatalinum (uml. 56.000 fólk), so gevur hetta góða samfelagsbúskaparliga meining.

Verkini eru vunnin inn aftur eftir 13-18 árum, og tá slepst so undan at senda pengar av landinum. Harumframt liggur stórur politiskur kapitalur í at kunna greiða umheiminum frá stóra partinum av grønari orku.

Høvuðssætið hjá grønlendska orkufelagnum Nukissiorfiit í Nuuk.

- Hetta merkja grønlendsku politikararnir og starvsfólkini hjá Nukissiorfiit, tá tey eru til ráðstevnur kring um í heiminum, sigur ein stoltur Svend Hardenberg.

Høvuðsstaðurin 100 pst. grøna elorku

Eitt, sum hann og meðarbeiðarar hansara kunnu reypa sær av, er, at orkufelagið veitir 100 prosent grønan streym til høvuðsstaðin Nuuk.

Tá vatnorkuverkið í Buksufjørðinum nærindis høvuðsstaðnum varð tikið í brúk í 1993, var tað við einum byggiprísi uppá 1 mia. kr. størsta grønlendska íløgan nakrantíð.

Vatnorkan avloysti eina árliga nýtslu av 20 mió. litrum av olju - og útreiðslan er vunnin inn aftur í dag.

Ætla ikki upp á 100 pst.

Svend Hardenberg ger sær tó ongar vónir um at koma upp á 100 prosent varandi orku fyri alt landið. Tað eru landsins íbúgvar rætt og slætt ov spjaddir til.

- Tú skalt minnast til, at tað eru 17 býir og 54 bygdir í Grønlandi við einum samlaðum fólkatali á stødd við Randers, spjadd út á eitt umráði, sum er 50 ferðir størri enn Danmark - og at allar hesar búsetingar við einum undantaki ikki eru knýttar í eitt felags kaðalnet, staðfestir hann.

Málið er ístaðin at koma upp á 80-85 prosent av CO2-fríari orku, tá útbyggingin av vatnorkuverkunum er liðug.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking