Grønland krevur oljumiljardir í forskoti

Oljufeløg, ið vilja kanna grønlendsku undirgrundina, mugu rinda miljardir í forskoti.

Grønland vil hava útgoldnar miljardir í forskoti frá oljufeløgum, ið ætla at vinna olju úr grønlendsku undirgrundini.

Pengarnir skulu tryggja, at uppruddingarútreiðslurnar eftir eina møguliga oljudálking eru tryggjaðar frammanundan, skrivar bretska dagblaðið The Guardian.

Grønlendsku myndugleikarnir krevja umleið 11 miljardir frá hvørjum felag, ið ætlar at bora eftir olju í arktisku farvøtnunum.

Hetta óvanliga kravið er tað fyrsta av sínum slagi í heiminum, og sambært The Guardian fer tað helst at skunda undir aðrar stjórnir at gera tað sama í kjalarvørrinum av oljuvanlukkuni í Meksikanska Flógvanum fyrr í ár.

Vinnararnir av útbjóðingarumfarinum skuldu verið kosnir longu í august, men ósemja um forskotsgjaldingina hevur seinkað hesum, skrivar blaðið.

Donsk og altjóða feløg

Stór altjóða oljufeløg sum Shell, Cairn Energy, Statoil og donsku fyritøkurnar Dong Energy og Mærsk Olie og Gas eru við í kappingini um rættin at bora eftir olju í grønlendsku undirgrundini.

Sambært The Guardian fara samráðingar fram í løtuni, og væntandi verður ein vinnari kosin longu fyrst í næstu viku.

Miljardagjaldið skal helst falla, so skjótt sum eitt felag hevur fingið loyvi at kanna eitt møguligt oljuøki í Baffin-flógvanum út fyri grønlendsku vesturstrondini.

Umhvørvisfelagsskapir ávara ímóti ætlanunum um at lata arktisku farvøtnini upp fyri oljuvirksemi, tí køldu umstøðurnari gera eitt møguligt oljuútlát nógv meira vandafult.

Ein frágreiðing frá amerikonsku stjórnini vísir, at ein fjórðingur av teimum umleið fimm miljónir tunnunum av olju, ið lóku út í heita sjógvin í Meksikanska Flógvanum er guvað burtur ella vorðin upploystur.

Olja í farvatninum út fyri Grønlandi fer tó ikki at kunna dampa, og hon verður eisini nógv truplari at beina burtur, er niðurstøðan í frágreiðingini.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking